Tíðindi
28.01.2025
Í uppskotinum stendur, at endamálið við næmingaráðum er, at næmingar hava eitt stað, har teir hava høvi til at viðgera mál av felags áhuga, at menna samstarv og felags ábyrgd, har næmingarnir virknir taka lut og viðgera mál í eini fólkaræðisligari tilgongd, og at tryggja, at næmingarnir verða hoyrdir í øllum málum, har fyriskipanir verða settar í verk, ið hava ávirkan á læring, trivnað og undirvísingarumstøður.
Sambært uppskotinum verður tað soleiðis, at í skúlum, ið hava 5. flokk og eldri floksstig, stovna næmingarnir næmingaráð. Skúlar, ið ikki hava næmingar í 5. ella eldri floksstigi, skulu eisini sum liður í demokratisku tilgongdini sambært endamáli fólkaskúlans geva næmingunum møguleika at stovna eitt næmingaráð.
Næmingaráðið fremur sítt arbeiði undir ábyrgd skúlastjórans, sum tryggjar, at næmingaráð verða vald.
Tað ber til at lesa alt uppskotið her