Tíðindi

Misjavnt, hvar flest børn fáa hjálp at mennast málsliga

Tað er rættiliga ymiskt frá kommunu til kommunu í Danmark, tá ið talan er um tal av forskúlabørnum, sum verða mett at hava tørv á eyka hjálp at mennast málsliga

08.08.2025

Nýggj úrslit vísa, at tað eru stórir munir millum kommunurnar í Danmark, tá ið talan er um forskúlabørn, ið tørvar hjálp at mennast málsliga. Úrslitini eru komin fram í kanningum av málsligu førleikunum hjá forskúlabørnum um alt Danmark.

Frá skúlaárinum, sum júst er liðugt, er tað krav at kanna málsligu førleikarnar hjá øllum børnum í forskúlaaldri. Kanningin fer fram við talgildum amboði. Tað er samstundis fyrstu ferð, at úrslitini av hesum kanningunum verða almannakunngjørd.

Við støði í málsligu metingini verður viðmælt antin eitt heildarkent, miðvíst ella serligt málsligt átak. Næmingar, sum fáa viðmælt eitt heildarkent átak, verður mettir at vera aldurssvarandi fyri, tá ið talan er um málførleikar, meðan málið hjá næmingum, sum verða mettir at hava tørv á miðvísum ella serligum átaki, er undir tí støðinum, sum verður mett at vera nóg gott.

Stórir munir á kommunum

Frederiksberg Kommuna hevur við 10 prosentum minsta partin av næmingum, har tað verður viðmælt, at teimum tørvar serligt ella miðvíst átak, vísa úrslitini. Til samanberingar er tað samsvarandi 43 prosent í Høje-Taastrup Kommunu.

Í miðal fyri landið verður viðmælt, at 11,8 prosent av næmingunum í fólkaskúlanum tørvar eitt miðvíst átak og 7,4 prosent verður viðmælt at hava tørv á einum serligum átaki grundað á málmetingina.

”Øll børn og ung eiga at fáa góða byrjan upp á lívið, sama hvar í landinum tey búgva og ganga í skúla. At kunna lesa og rokna er avgerandi fyri framtíðar skúlagongd, arbeiði og lívið sum heild. Tí eri eg sera fegin um, at vit hava sett 500 milliónir krónur av um árið til at hjálpa næmingum, sum hava brúk fyri eyka hjálp í donskum og rokning. Harumframt útbúgva vit eisini fleiri lesi- og støddfrøðivegleiðarar í teimum 20 kommununum, sum hava hægsta talið av næmingum í fólkaskúlanum, sum ikki megna danskt og støddfrøði í fráfaringarroynd fólkaskúlans,” sigur Mattias Tesfaye, barna- og undirvísingarmálaráðharri.

Tað er eitt krav til allar næmingar fólkaskúlans at verða kannaðir málsliga, og kravið er eisini galdandi fyri næmingar av øðrum etniskum uppruna enn donskum og næmingar, sum tosa fleiri enn eitt mál. Tað er tó bara førleikarnir í donskum, sum verða kannaðir, ikki neyðturviliga heildarmálmenningin hjá viðkomandi. Úrslini hjá kommununum skulu síggjast í ljósinum av, hvussu nógvar næmingar kommunurnar hava, sum hava annan etniskan uppruna enn danskan.

Útbúgvingarstigið hjá foreldrunum týdning

44 prosent av næmingunum, sum hava foreldur, hvørs hægsta útbúgving er fráfaringarroynd fólkaskúlans, fáa viðmælt serligt ella miðvíst átak. Sama er galdandi fyri bara 13 prosent av næmingunum, hvørs foreldur hava hægri útbúgving.

Um málmetingina í forskúlanum

Frá skúlaárinum, sum júst er liðugt, er tað krav, at øll børn í forskúlaaldri skulu kannast, tá ið talan er um, hvussu tey eru fyri málsliga. Endamálið er at eyðmerkja málsligar avbjóðingar hjá næmingunum í forskúlaaldri.

Kelda: uvm.dk

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni