Tíðindi
09.05.2025
Við at klikkja nakrar fáar ferðir kunnu lærararnir í Rudersdal kommunu í Norðursælandi strika atgongdina til appir og heimasíður á teldlunum hjá næmingunum. Kommunan hevur nevniliga ognað sær MDM-skipanina (Mobile Device Management), sum hevur virkað í øllum teimum 6000 skúlateldlunum í kommununi síðan desember síðsta ár. Við hesi skipanini kunnu lærararnir velja út, hvørjar appir kunnu takast niður á skúlateldlarnar, og hvørjar heimasíður næmingarnir kunnu hava atgongd til. Tað ber eisini til at seta tíðarásetingar á, sum gera av, hvussu leingi avmarkingarnar eru galdandi.
“Skipanin ger tað lættari hjá mær at hugsavna meg um at undirvísa. Hon hevur havt stóran týdning fyri arbeiðsgleðina,” sigur Christian Møller Jensen, sum er lærari í donskum í fimta flokki í Holte Skúla.
Lærararnir hava gjørt frymlar fyri hvørja lærugrein sær, sum gera tað lættari at geva atgongd til viðkomandi appir og heimasíður, uttan at teir noyðast at klikkja hvør einstakt element fram. Hetta ger tað skjótari og lættari at brúka skipanina. Kjak hevur leingi verið um skíggjanýtsluna hjá børnum og ungum, og nýliga mælti danska trivnaðarnevndin til, at børn í fyrsta lagi eiga at fáa fartelefon ella teldil, tá ið tey eru 13 ár. Stutt eftir boðaði Gladsaxe kommuna frá, at tey í framtíðini ikki útvega børnum yngri enn fjórða flokk teldil í skúlanum.
Men Rudersdal Kommuna heldur kortini fast við, at teldlar hoyra heima í grundskúlanum. Tey vænta, at nýggja stýriskipanin fer at gera, at næmingar ikki verða órógvaðir av at brúka teldil.
“Teldlar eru eitt fantastiskt amboð til góða læring, men lat okkum so halda tað til læring. Allir lærarar kenna næmingar, sum sita og gera okkurt, teir ikki eiga at gera á teldlunum. Tað hevur verið ein stórur trupulleiki higartil,” sigur Christian Møller Jensen.
Avmarkingarnar geva størri frælsi
Higartil hava lærararnir brúkt tíð og orku at biðja næmingarnar fara út úr forritum, sum teir ikki skulu vera inni á í undirvísingini, og hetta hevur ofta ført til tvístøður, sum aftur taka fokus frá læringini.
“Tað vilja vit helst sleppa undan,” sigur Christian Møller Jensen.
Samstundis hevur stýriskipanin givið lærarunum størri frælsi at loyva næmingunum leysum og lata teir sita kring um í skúlanum, sigur Claus Bjerregaard, sum undirvísir 3. og 4. flokki í donsku, støddfrøði og enskum í Birkerød Skúla.
Hann er fegin um, at hann nú kann lata næmingar sleppa at liggja á gólvinum ella sita í einum ávísum stóli, um tað er tað teir vilja fyri at hugsavna seg.
“Hesum taki eg undir av didaktiskum orsøkum. Eg havi fingið størri frælsi, tí fyrr helt eg, at eg alla tíðina skuldi halda eyga við, hvat næmingarnir gjørdu,” sigur Claus Bjerregaard.
Stýriskipanin lærir ikki næmingarnar at hava tamarhald á impulsunum
Hóast hann heldur, at nógv gott er við nýggju stýriskipanini, heldur hann kortini, at tað hevur týdning at læra næmingarnar at kunna abstrahera frá øllum tí, sum órógvar, sum kann vera á talgildu eindunum.
“Tí er tað ein tvístøða, tí tað læra tey ikki av stýriskipanini. Men tað kann vera ein sera góð hjálp, tá ið næmingarnir skulu halda fokus í einum undirvísingartíma,” sigur Claus Bjerregaard.
Christian Møller Jensen er ikki samdur. Hann heldur hinvegin, at stýriskipanin hevur gagnliga ávirkan, tá ið talan er um at læra næmingarnar at megna at meistra digitala órógvið.
“Um næmingarnir í teimum yngru flokkunum verða vandir upp við, at teir ikki skulu sita og spæla á teldlunum, so verða teir ikki vanir við tað. Eg vóni, at hetta fær eina uppalandi ávirkan,” sigur hann.
Foreldur hava sóknast eftir meiri stýring
Við tíðini eigur tað at vera møguligt hjá foreldrum at stýra teldlunum hjá skúlunum, sum næmingar læna við heim til at gera skúlating.
“Í kjakinum um skíggjar er tað umráðandi at vísa foreldrunum, at vit hava stýringina – bæði tá talan er um vanligu og talgildu undirvísingina,” sigur Kim Byrding, ráðgevi í talgilding í Rudersdal kommunu.
Higartil hava tað bara verið lærarar, sum kunnu stýra skúlans teldlum, og tað merkir, at teldlarnir hjá 8. og 9.flokki ikki hava avmarkingar; tað er tí, at teir brúka sínar egnu og ikki skúlans. Rudersdal kommuna er í ferð við at kanna, um stýriskipanin kann verða víðkað til privatar teldur og teldlar.
“Nógvir lærarar í teimum elstu flokkunum hava gjørt vart við, at teir kunnu hugsa sær stýriskipanina at verða galdandi fyri teir elstu flokkarnar eisini,” sigur Kim Byrding.
Skúlin eigur at vera telefonleysur
Ráðgevin í talgilding sigur, at kommunurnar hava spart pening við at velja nýggju skipanina, tí gamla skipanin, MDM-skipanin, var dýrari.
“Stýriskipanin broytist alt eftir, hvørjar teldur og teldlar mann hevur, og hvørjar loysnir verða bjóðaðar,” sigur Kim Byrding.
Stýriskipanin er eitt av fleiri talgildum tiltøkum í skúlunum í Rudersdal. Skúlarnir í kommununi eru fartelefonleysir, og tað er firewall á netverkinum hjá skúlanum; tað avmarkar atgongdina til sosialar miðlar, shopping, betting og særandi innihald.
Kelda: folkeskolen.dk