Tíðindi

Minni skíggjatíð, betri hevur familjan tað

Orsøkin til, at familjan hevur tað betri, um hon avmarkar skíggjanýtsluna nógv, kann vera, at hon hugsar øðrvísi um, hvussu øll í familjuni vilja vera saman, tá ið skíggjarnir ikki sleppa at ráða, sigur granskari.

13.06.2025

Tá ið familjur avmarka skíggjatíðina – tað er tíðina, tey hvør sær brúka á snildfonini, teldlinum, framman fyri sjónvarpinum ella spæla telduspøl – til í mesta lagi tríggjar tímar um vikuna í frítíðini, verður sálarheilsan hjá børnum og ungum betri. Tað er niðurstøðan í nýggjari, danskari kanning, sum er almannakunngjørd í amerikanska tíðarritinum JAMA Network Open.

– Kanningin vísir, at velur familjan at skerja skíggjatíðina, hevur tað positiva ávirkan á nógv viðurskifti, sigur Jesper Schmidt-Persson, granskari í heilsu, við donsku granskingaravísina Videnskab.dk.

Avmarka skíggjatíðina saman

– Tað sær út til, at sama hvat børn og ung brúka skíggjatíðina til, so hevur tað positivt árin við sær, um øll familjan minkar skíggjatíðina. Tað er helst tað týdningarmesta, sum kanningin staðfestir, sigur Schmidt-Persson, granskari við Keypmannahavnar Professionsháskúla og gestagranskari við Syddansk Universitet.

Kanningin vísir fyrst og fremst positiva ávirkan, tá ið talan er um tað kensluliga, so sum trupulleikar við vinum, hyperaktivitet og vantandi hugsavnan. Men eisini tá ið talan er um sosial sambond er talan um positivt árin. Minni tíð við skíggjanum merkir meiri tíð saman við javnaldrum og øðrum.

Minni skíggjanýtsla kann minka atferðartrupulleikar

Kanningin er partur av SCREENS-verkætlanini, sum áður hevur víst á, at minni tíð við skíggjum er gott fyri sálarheilsuna og lagið hjá vaksnum. Í nýggju kanningini hava granskarar hugt at sálarheilsuni hjá børnum og ungum. Úrslitini benda á, at tað eisini er gott hjá hesum málbólkinum at avmarka skíggjatíðina.

– Fingu vit allar familjur at skerja skíggjatíðina, hevði tað ført við sær, at ein stórur partur – tvey til seks prosent – av børnum og ungum, sum verða bólkað við óvanligum atferðartrupulleikum, flyta seg yvir í normaløkið fyri børn og ung, tá ið talan er um atferð, sigur Schmidt-Persson.

Hann rósar kanningini.

– Kanningin er væl gjørd; nógv ymiskt kemur fram í greiningararbeiðinum, sum er væl úr hondum greidd, og hon vísir á nógv fleiri viðurskifti samanborið við aðrar kanningar, sigur hann við Videnskab.dk.

Størst gagn hjá børnum, sum høvdu størstu skíggjanýtsluna

Hann heldur, at tað er ógviliga áhugavert, at børn og ung, sum frammanundan brúka sera nógva tíð á skíggjum, fáa mest burturúr at leggja skíggjan frá sær.

– Hetta hevur týdning, men verður mangan gloymt í kjakinum: fólk og brúksmynstur eru ikki líka. Tí mugu vit ansa eftir ikki at skerja øll børn og ung yvir ein kamb, tá ið talan er um vanligar skíggjavanar og góðan trivnað, sier Lieberoth.

Almenn skíggjaráð í londum rundan um okkum leggja upp til, at børn og ung upp til 17 ár ikki eiga at sita við skíggjum í frítíðini í meiri enn ein til tveir tímar um dagin, alt eftir aldrinum. Summi lond eru uppaftur strangari. Í høvuðsheitum leggja flestu almennu ráð upp til, at børn millum tvey og fimm ár ikki eiga at sita við skíggjum meiri enn ein tíma, og børn yngri enn tvey ár als ikki.

– Tey, sum hava tikið lut í royndini hjá okkum, eru sunn og frísk børn og ung, og sjálvt um vit síggja, at avmarkað skíggjanýtsla gagnar teimum, vita vit, at vit sannlíkt høvdu sæð, at tað hevði gagnað uppaftur betur, um talan var um børn og ung, sum høvdu ógvisliga nógva skíggjatíð, sigur Schmidt-Persson.

– Men tað vita vit ikki við vissu; úrslitini vísa, at jú meiri vit skerja skíggjatíðina, positivari gagn hevur tað.

Foreldur hava svarað fyri børnini

Tað eru foreldrini, sum hava svarað spurningum um skíggjavanar fyri børnini, og tað kann sambært Schmidt-Persson vera ein vansi.

– Foreldrini meta um, hvussu sálarheilsan hjá børnunum er áðrenn og aftaná, at henda royndin er gjørd. Tí kann tað hava ávirkan, at foreldrini kunnu hava eina meining frammanundan um, at minni skíggjatíð førir til betri sálarheilsu. Kanska eigur tað at verða lagt upp fyri hesum, tá ið vit meta um tað gagnliga, heldur hann.

Schmidt-Persson sigur, at familjurnar vóru býttar sundur í tveir bólkar við lutakasti, og at tað undir kanningini var tamarhald á, hvussu nógva skíggjatíð luttakararnir høvdu fyri at tryggja, at tey minkaðu um skíggjatíðina. Granskararnir hava eitt nú mátað skíggjatíðina við at brúka ymsan ritbúnað, so sum appir.

Andreas Lieberoth er samdur við granskarunum í, at tað kann vera ein avmarking í kanningini, serliga tí størstu broytingarnar høvdu við persónligar upplivingar við stúran og ógleði at gera. Slík ósjónlig fyribrigdi eru lættari at yvirtulka enn atferðin hjá børnum annars og sambondini børnini hava, tá ið tað eru foreldrini, sum svara fyri børnini. Hann heldur kortini, at kanningin er álítandi.

– Og júst slíkar kanningar eru neyðugar fyri at koma víðari frá at gita um hetta sera umstrídda evnið, sigur hann.

Hava fingið møguleikan at endurhugsa gerandisdagin

Fyri at røkka bestu úrslitunum, tá ið talan er um sálarheilsuna hjá børnum og ungum, hevur tað týdning, at familjan saman minkar um skíggjatíðina, og ikki bara at foreldrini syrgja fyri, at børnini og tey ungu gera tað, vísir kanningin. Sambært Lieberoth er ávirkanin, sum kanningin vísir á, størri enn tað oftast sæst í øðrum kanningum, sum kannar skíggjatíðina. Hann heldur, at orsøkin er, at familjurnar hava fingið møguleika at endurhugsa gerandisdagin, og hvussu tey eru saman.

– Uppílegging gevur næstan altíð best úrslit, um ein heilur bólkur er tikin við og broytir heilar skipanir, sum til dømis familjan ella arbeiðsplássið. Samstundis kann tað vera trupult at gera av, um tey bestu úrslitini koma av, at foreldrini leggja telefonirnar frá sær ella av at børnini og tey ungu gera tað. Ella um tað rætt og slætt kemur av, at øll familjan hevur fingið høvið at endurhugsa gerandisdagin og samveruna sum heild. Tað er neyvan antin ella, sigur hann.

Hóast Lieberoth rósar kanningini, vísir hann á, at ávirkanin, sum mann sær, sjáldan er varandi. Orsøkin er, at broytt atferð ofta byrjar við stórari motivatión og eldhuga, sigur hann.

Um kanningina

89 tilvildarliga útvaldar familjur tóku lut í royndini. Børnini og tey ungu vóru í aldrinum 5-17 ár, og tey vóru býtt sundur í tveir bólkar eftir lutakasti.

Bólkur 1: (86 børn og 82 vaksin) minkaðu um skíggjatíðina til í mesta lagi tríggjar tímar um vikuna. Hetta var galdandi fyri snildfonir, teldlar, telduspæl og sjónvarp). Tey kundu brúka skíggjar í skúlanum og til arbeiðis, um tey vóru von við tað.

Bólkur 2: (95 børn og 82 vaksin), eftirlitsbólkur – luttakararnir hildu fram sum tey vanliga gjørdu.

Eina viku áðrenn royndin byrjaði fyltu foreldrini í báðum bólkum út eitt oyðublað við spurningum børnini og ungfólkini í familjuni. Tað sama gjørdu tey dagin eftir, at royndin var liðug. Foreldrini svaraðu spurningum um atferðina og avbjóðingarnar hjá børnunum og teimum ungu, sum granskararnir brúktu í greiningini.

Úrslitini vísa, at minni skíggjatíð í familjuni:

Hevur góða ávirkan á sálarheilsuna hjá børnum og ungu
Minkar um kensluligu eyðkennini
Minkar um trupulleikarnar við javnaldrum
Økir sosiala sambandið við onnur børn og ung.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni