Tíðindi

Meiri enn helmingurin av norskum børn hava ov lítlan skúlagarð

Í býunum lúka bara 13 prosent av barnaskúlunum minstu krøvini, sum verða sett skúlagørðum.

02.05.2025

Tað vísir ein nýggj kanning, sum er gjørd við støði í eini umfatandi kortlegging av 372 skúlum um alt Noreg. Tað er fyrstu ferð, at tal er sett á, hvussu nógv pláss norskir næmingar hava at vera virknir í í skúlatíðini. Galdandi minstinormur er, at hvør næmingur skal hava 50 fermetrar.

– Útiøki hevur nógv at siga fyri menningina, heilsuna og trivnaðin hjá børnum, sigur Emma Charlott A. Nordbø (NMBU), ein av granskarunum, sum hava gjørt kanningina.

– Normarnir vísa kommununum týdningin av at raðfesta nóg mikið av pláss til næmingar, men til nú hevur tað verið ógreitt, hvussu nógvir skúlar í grundini lúka tilmælini.

Kanningin er gjørd eftir áheitan frá Heilsustýrinum, og hon er grundarlagið í víðari arbeiðinum, sum nú fer at verða gjørt við leiðreglum.

350.000 næmingar hava ov lítið útiøki

Tað, sum granskararnir frá NINA, NIH og NMBU hava funnið út av, er, at næmingar í Noregi hava í miðal 67 fermetrar í part, men tað er stórur munur millum skúlar, og nógvir skúlar hava ógviliga lítil útiøki, serliga í býunum. Bara 13 prosent av barnaskúlunum í býarøkjum hava nóg stór útiøki. Tað vil siga, at fleiri enn 350.000 norskir næmingar hvønn dag hava ov lítið pláss, tá teir hava fríkorter, sigur Zander Venter, verkætlanarleiðari og granskari á norska instituttinum fyri náttúrugransking (NINA).

Munirnir gera sosialu skilnaðirnar størri

Granskararnir hava eisini hugt at, hvat fyri slag av útiøki skúlarnir hava, og hvat fyri slag av grønum øki er í nánd av skúlanum. Tað vil siga í ein radius á 200 metrar frá skúlaøkinum. Skúlarnir í býunum hava bæði vánaligast útiøki og minst av grønum øki.

Skúlarnir, sum hava minstu útiøkini, hava eisini minni náttúru og annað, so sum gras, trø, sand og stein, og hava meiri mannaskapt øki við asfalti, betongi, eftirgjørdum grasi og øðrum.

– Tað gevur orsøk til stúran, tá ið vit síggja, at teir næmingarnir, sum hava minst atgongd til náttúru, eisini hava vánaligastu skúlagarðarnar. Hetta kann gera sosiala skilnaðin størri og vátta munirnar, sum longu eru galdandi, tá ið talan er um korini hjá børnum at vaksa upp, sigur Venter.

Útiøki eru avgerandi fyri heilsu og læring

Kanningin vísir eisini á aðrar avleiðingar fyri næmingar við smáum økiøkjum í býum. Lítil atgongd til náttúru kann ávirka heilsuna, trivnaðin og læringina hjá næmingunum.

– Tá ið skúlagarðarnir gerast minni, gongur tað út yvir atgongdina til náttúruna vísir kanningin hjá okkum. Hví skulu vit leggja nakað í tað? Jú, tað skulu vit, tí vit vita frá aðrari gransking, at atgongd til náttúru ella grøn øki millum annað gevur betri læring, sigur Vidar Ulset, granskari fyri Instituttið fyri læraraútbúgving og náttúrulívi á NIH.

Eldri gransking hevur víst, at tað at hava náttúru rundan um seg kann virka við til betri hugsavnan, tað kann minka ADHD-eyðkenni og hava nógv positiv heilsuárin.

Ulset heldur, at næmingar í býarøkjum hava ein greiðan vansa og hava uppiborið meiri atgongd til náttúru í skúladegnum.

– Kanska áttu vit at havt hugsað beint øvut? At næmingar í tættbygdum økjum áttu at fingið nakað afturfyri at skula búgva í býi og tí fáa atgongd til størri útiøki og meiri náttúru í skúlagarðinum?

Kelda: gransking.fo

savnsmynd


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni