Tíðindi

Gott starv at vera lærari

Eg eri ofta skjót at minna lærarar á, at tað er eitt gott starv at vera lærari. Tað er læruríkt og ein lívsjáttandi ringrás at uppliva, at børn sum seks ella sjey ára gomul byrja í skúla. Tað sigur fráfarni varaskúlastjórin á Skúlatrøð, Rannvá Joensen.

01.05.2025

Tú fært sum lærari í fleiri ár møguleika at vera saman við næmingum og síggja tey broytast og mennast. Eftir skúlatíðina fara tey víðari, og seinni møtir tú teimum aftur úti í virkna samfelagnum. Nú eru tey vorðin vaksnir samfelagsborgarar, sum hava funnið sína egnu lívsleið. Fleiri hava verið úti í stóru verð, og onnur hava verið her heima. Og ikki so fá ár seinni sært tú tey aftur, og nú koma tey við sínum egnu børnum í skúla. Tey minnast tá sjálv aftur á skúlatíðina, og tað er áhugavert at hoyra tey, tí tey minnast øðrvísi enn vit. Aftrat hesum gerast vit eisini starvsfelagar hjá næmingum, sum vit hava havt í skúlanum. Soleiðis er ringrásin sum lærari, og hon er full av góðum søgum um lærdóm.

Tað sigur Rannvá Joensen, sum eftir eitt langt og læruríkt læraralív hevur takkað fyri seg. Í mong ár hevur hon verið varaskúlastjóri á Skúlatrøð í Klaksvík, og læraralívið hevur bjóðað henni alskyns uppgávur, har alt byrjaði longu í 1987, tá ið hon við lærarapróvnum í hondini byrjaði sum lærari á kendum gøtum í Haraldsundi, har hon hevur ættarbond og nú skuldi starvast sum einalærari.

- Tá ið eg byrjaði sum lærari í Haraldsundi í 1987, vóru sjey næmingar har. Nakrar barnafamiljur vóru fluttar til bygdina, tí byrgingin júst var komin, og tunnilin til Kunoyar var næstan skotin ígjøgnum, so hetta var ein góður flokkur av næmingum í ymiskum aldri.  

Hóast læraralívið í Haraldsundi var gott, so kom hugurin at royna seg aðrastaðni. Tá ið eitt farloyvisstarv við Skúlan við Ósánna ein dagin stóð í bløðunum, fekk Rannvá Joensen hug at søkja. Men ikki hevði hon meira enn sett seg í lærarastólin, so bankaði kreppan fyrst í 90’unum á dyrnar, og í veruleikanum kendist tað, sum at alt samfelagið fór í svart.

- Eg fekk lærarastarvið í Skúlanum við Ósánna, og eg var ikki meira enn byrjað, so kom kreppan. Tá skramblaði alt samfelagið so at siga saman. Tá var millum annað avtalað gjørd um, at allir lærarar fóru niður í løn, og teir eldru lærararnir sluppu frá við fullari eftirløn sum 60 ára gamlir. Hetta gjørdi, at varaskúlastjórastarvið á Skúlanum við Ósánna varð lýst leyst, og eg valdi at søkja, og rest er nú søga, sigur Rannvá Joensen við einum smíli.

Í starvinum sum varaskúlastjóri lá uppgávan at keypa inn skúlabøkur, og tað var serliga hendan uppgávan, sum fyri Rannvá Joensen var spennandi.

Hugsanarsom minnist hon, at fólk vóru rættiliga takksom bara fyri at hava eitt starv, og eingin orka var tá brúkt uppá at finnast at, tí tað vóru tíverri mong, sum mistu arbeiðið. Samstundis minkaði næmingatalið, og fleiri fluttu av landinum.

- Fyrsta tíðin sum varaskúlastjóri var avbjóðandi og líkasum merkt av vakuum. Tað vísti seg tó, at við tíðini komu glottarnir, har fiskiskapurin gjørdist betri, fleiri fingu arbeiði aftur, lønin kvinkaði uppeftir, og hetta merktist eisini á skúlaøkinum. Nakrir stovnar, sum høvdu arbeitt á skúlaøkinum, vóru lagdir saman til tað, sum vit í dag kenna sum NÁM, og fyrst í nullunum uppliva vit, at orka verður løgd í at gera nýtt føroyskt tilfar. Tá er eisini politiskt ynski um, at skúlaverkið skal gerast partur av altjóða kanningini, sum vit í dag kalla PISA-roynd.

Les alla greinina, sum Tóra við Keldu hevur skrivað, í Skúlablað nr 2, 2025.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni