Tíðindi
13.03.2018
Við støðugum trýsti frá alheimsgerð og tíðarpressi heima og á stovnum, so eru málførleikar hjá børnum hóttir.
At lýsa 2018 sum "ár fyri málmenning hjá børnum" er ein góður tanki. Men treytin fyri gagni uppá longri sikt er, at eitt nøktandi tal av vaksnum eru kring børnini, og at tey hava tíð til at tosa við og verða um børnini.
Tað verða tey vaksnu, sum skulu taka størsta takið. Um málið hjá børnum skal bøtast ella betrast, so mugu børnini fyrst og fremst hava vaksin rundan um seg, ið hava stundir at brúka málið saman við teimum.
Fyri mær at síggja hevur tað gingið skeiva veg í áravís. Vit uppliva sparingar á øllum almennum arbeiðsplássum, dagstovnum og skúlum, har børnini skulu verða "møtt". Og eftir mínari fatan er hetta akkurát ein av lyklastøðunum, har tað veruliga ber til miðvíst at arbeiða við málmenning hjá børnum.
Samfelagsgongdin hevur í fleiri ár verið, at tey vaksnu hava minni og minni stundir at práta við børnini, samstundis sum at útlendskt undirhald gerst ein størri og størri partur av gerandisdegnum, tað veri seg gjøgnum sjónvarps- ella telduskíggja. Hetta, tvinnað saman við einum vaksandi kravi um luttøku í ymiskum frítíðarítrivum, ger, at foreldur og systkin hava færri og færri løtur saman við minni børnunum, har til ber at práta um leyst og fast – løtur, har málmenningin veruliga hoyrir heima.
Tí liggur størri og størri ábyrgd á námsfrøðinginum, og so seinni lærarum í skúlum. Á dagstovnum og í skúlum tykist tó eisini verða minni og minni tíð til einstaka barnið. Tey vaksnu verða áløgd tíðarstýrdum átøkum, so sum málmenningarátøkum, og øðrum líknandi virksemi, samstundis sum barnabólkar og skúlaflokkar vaksa í tali.
Úrslitið er minni tíð hjá vaksnum at práta við hvørt einstakt barn.
So fyrsta staðið at roynt at bøtt um veruligu korini, ella umstøðurnar fyri málmenning, vildi fyri mítt viðkomandi verið at viðmælt, at tryggja nóg nógv faklig vaksin um okkara børn. So einfalt kann tað sigast.
So hevði ikki verið eins neyðugt at sett í verk politiskt stýrd málmenningarátøk, rørsluátøk og líknandi – tí tey vaksnu í stovnum og skúlum so høvdu havt møguleika fyri, ella umstøður til, at brúka sín fakførleika einstaka barninum at frama.
At landsstýriskvinnan av sínum eintingum ætlar sær at skipa fyri slíkum málmenningarátaki kundi eisini verið tekin um, at fakligu partarnir - námsfrøðingar og lærarar - í alt ov lítlan mun verða hoyrd og tikin við upp á ráð, tá broytingar skulu fremjast á teirra fakøkjum.
At vit uppliva eitt minkandi orðfeingi hjá børnum á dagstovnunum er eitt vandatekin. Tí er tað tíverri neyðugt at seta sjóneyku á málmenningina. Onki at ivast í um tað.
Og so skulu átøk setast í verk. Men átøk av hesum slag skulu hava langtíðarárin. Annars er tað spill av tíð og pengum. Vit mugu seta okkum fyri, at umhvørvið hjá barninum hevur førleikar til at møta barninum og tørvinum hjá tí.
Mín vón vil tí verða, at vit framyvir viðgera haldførar batar innan fakliga økið, sum varðar av málinum hjá børnum, við at betra um umstøðurnar hjá teimum fakfólkum, sum skulu útinna uppgávuna.
Jógvan Philbrow er formaður Føroya Pedagogfelags.
Skúlablaðið varpar ljós á málmenning í sambandi við, at landsstýriskvinnan við menta- og skúlamálum hevur sett árið at verða ár fyri málmenning hjá børnum.
Les íkast frá øðrum til henda spurningin:
http://www.skulabladid.fo/alney%C3%B0ugt-at-seta-fer%C3%B0-%C3%A1-gransking-%C3%AD-m%C3%A1lmenning
http://www.skulabladid.fo/b%C3%B8rn-eiga-at-hava-atgongd-til-talgilt-tilfar-%C3%A1-f%C3%B8royskum
http://www.skulabladid.fo/mi%C3%B0v%C3%ADs-lesing-%C3%AD-sk%C3%BAlunum-kann-fremja-m%C3%A1lmenningina-hj%C3%A1-b%C3%B8rnum
http://www.skulabladid.fo/m%C3%A1li%C3%B0-er-ein-g%C3%A1va
http://larara.net.dynamicweb-cms.com/Admin/Defaulthttp://www.skulabladid.fo/játtið-pengar-til-”kom-og-les”-átak
http://www.skulabladid.fo/ein-millión-til-málmenning-er-alt-ov-l%C3%ADtið
http://www.skulabladid.fo/málmenning-hjá-børnum-–-eitt-stórt-øki-men-hvat-hevur-størstan-týdning