Bloggur

Møguliga Mars

Tóri Atlason, læraralesandi á fjórða ári á Námsvísindadeildini, bloggar

08.12.2021

Veturin er av álvara komin við kulda og kava. Nú stundar til jólar og jólaferiu. Spenningur er í luftini, nú hetta lestrarárið er hálvrunnið. Úr vindeyganum síggjast tindar hvítir, og eisini eru vegirnir klæddir við hvítum. Við gamla Venjingarskúlan á Frælsinum eru mong fótaspor at sjá – fótaspor, ið skara framúr endurskyggjandi kavanum. Fótaspor eftir leiðum, har túsundtals av spentum læraralesandi hava gingið gjøgnum ár og dag. Ja, heilt síðan Venjingarskúlin varð bygdur í 1968. Hesi lesandi hava øll eitt til felags – dreymin um at gerast lærari.

Tá eg gekk í barnagarði, varð eg spurdur av námsfrøðingunum, hvat eg vildi vera, tá eg gjørdist stórur. Eg minnist heilt klárt og týðiligt mítt svar. Eg vildi vera ‘rúmdarmaður’ ella politistur. Rúmdin og okkara pláss í alheiminum hevur altíð hugtikið meg. Men onkran dag á míni lívsleið er hesin barndómsdreymur útskiftur við meir ítøkiliga dreymin um at gerast lærari. Júst nær hetta er hent dugi eg ikki at siga. Tað hevur ikki verið eitt tilvitað val, men heldur ein tanki, ið stillisliga er gróðursettur.

Tí hevði eg í byrjanini ilt við at svara fólki, tá tey slongdu mær spurningin “hví í himmalsins navni ynskir tú at gerast fólkskúlalærari?” Fyri meg var tað eingin ivi, okkurt slag av einum kalli. Men til at svara hendan spurning, so noyðast vit enn einaferð at kava aftur í tíð. Í fólkaskúlanum var eg so heppin, at eg hevði fantastiskar lærarar. Lærarar, ið ikki bert lærdu meg at lesa og skriva, men mentu meg sum persón. Eisini mentu teir mín áhuga at læra, hava kveikt áhugan til alskyns evni og brynjað meg til framtíðina, soleiðis eg kundi, so at siga, velja lívsleið mína eftir egnum ynski. Ein ótrúlig gáva, ið hevur havt øtiligan týdning í lívi mínum. Lærarastarvið er altso eitt gevandi arbeiði, har man veruliga kann gera mun. Hetta er ein av mongu grundgevingunum til, hví eg ynski at gerast lærari.

Harafturat er starvið eisini ógvuliga spennandi og fjølbroytt! Eingin tími er líka – eiheldur er nakað ár líkt einum øðrum. Tá eg havi verið í starvslæru, havi eg roynt at nýtt somu undirvísingargongd í tveimum ymsum flokkum. Hóast tað, at rammurnar hava verið júst tær somu, so hava tímarnir verið sum dagur og nátt. Næmingar og ymsu flokkarnir eru einfalt so ymiskir, at ein aldri kann vita, hvat dagurin hevur at bjóða. Tá eg havi undirvíst, havi eg ikki kent tað sum eitt arbeiði, tað er so fantastiska stuttligt at læra frá sær, og eg havi glett meg til hvønn einasta tíma. Tó er tað ikki eitt lætt starv at røkja. Tað er nógv at hugsa um, og eisini er ábyrgdin lærarar hava eisini heilt stór. Vit læraralesandi koma at varða av framtíðini, og hetta er ikki smávegis uppgáva at røkja.

Men! Møguliga verði eg lærari hjá fyrsta føroyingi, ið setur fótin á Mars. Møguliga megni eg at hjálpa onkrum við at finna sítt pláss í alheiminum. Møguliga megni eg at seta nøkur spor, ið, í mótsetning til fótaspor í kava, koma at vara alt lívið. Møguliga megni eg at gera mun.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni