Tíðindi

Móttøkuflokkur munandi betri tilboð

Skúlastjórin í Fuglafjarðar skúla er ikki í iva um, at móttøkuflokkur er eitt nógv betri tilboð, enn tað, sum skúlin frammanundan kundi bjóða næmingum, sum koma uttanífrá og einki duga av føroyskum.

02.06.2025

- Tað er eingin ivi um, at hesin mátin at savna næmingarnar í móttøkuflokk er ein nógv betri loysn. Gamla skipanin, har næmingarnir vórðu tiknir úr heimaflokkinum av og á til viks at læra føroyskt, var als ikki nóg góð. Henda skipanin, har øll eru í sama báti so at siga, er nógv betri, og eg síggi týðiliga framgongd; næmingarnir eru nógv meiri við og vilja læra, helst tí at teir eru í felagsskapi við onnur, sum stríðast við tað sama, umframt at teir eisini eru nógv millum føroyskar næmingar í heimaflokkinum, sigur Berlys Toftadal, skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla.

Tað ganga 299 næmingar í Fuglafjarðar skúla; hetta skúlaárið eru umleið 28 tjóðskapir umboðaðir.

- Vit hava næmingar úr so at siga øllum heiminum; summi hava verið her í nógv ár, men vit fáa javnan nýggjar næmingar uttan úr heimi. Tað ger, at vit altíð hava fleiri næmingar, sum tørvar undirvísing í føroyskum sum annaðmál, sigur Berlys Toftadal.

Fyrst í hesum skúlaárinum fóru Fuglafjarðar skúli og Skúlin í Eysturkommunu undir samstarv um móttøkuflokk. Samstarvið hevur við sær, at annar skúlin hevur teir eldru og hin teir yngru næmingarnar í móttøkuflokki. Tað var upprunaliga Undirvísingarstýrið, sum vendi sær til Fuglafjarðar skúla við uppskoti um samstarvið. Tað eru bara næmingar, sum nýliga eru komnir til landið, ið sambært kunngerðini hava rætt at fáa undirvísing í móttøkuflokki. Talið á næmingum broytist alla tíðina. Fyrst í skúlaárinum vóru næmingarnir í hádeildini tólv í tali. Í løtuni eru tríggir næmingar í grunddeildini, tríggir í miðdeildini og níggju í hádeildini, sum lúka hesar treytirnar í Fuglafjarðar skúla.

- Endamálið við samstarvinum er, at øll børn í økinum, sum hava tørv á tí, fáa miðvísa undirvísing í føroyskum sum annaðmál og at bjóða eitt betri tilboð enn tað, skúlarnir hvør sær høvdu frammanundan. Avtalað var alt fyri eitt, at Fuglafjarðar skúli skuldi hava eldru næmingarnar úr 7. upp í 10. flokk og Eysturkommuna næmingarnar í miðdeildini. Kommunurnar vóru eisini beinanvegin við upp á at taka sær av flutninginum av næmingunum millum skúlarnar. Næmingunum í miðdeildini, sum hvønn morgun fara í móttøkuflokkin í Gøtu, dámar sera væl at vera partur av flokkinum har.

Eins og í Eysturkommunu er móttøkuflokkurin saman fyrstu tveir tímarnar á morgni, og síðan verður farið í heimaflokkin. Næmingarnir í grunddeildini eru ikki í móttøkuflokki, tó er ein næmingur, sum vísir seg at hava stórt gagn av at vera í móttøkuflokkinum viðhvørt.

- Næmingarnir í grunddeildini fáa undirvísing í bólki, soleiðis sum vit altíð hava gjørt. Tey eru so ung og læra vanliga málið skjótari enn eldru næmingarnir.

Les alla greinina í Skúlablað nr 2, 2025.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni