Tíðindi
12.06.2025
Fríggjadagin 28. februar vórðu heiðurslønir handaðar Areki Strøm Steinarsson, Símuni Debess, Heina Martin Niclasen, Hjarnari K. Dalsgaard og Teiti Horn Baldvinsson, fyri teirra lut í royndini at bjarga lívi á ymsum persónum, ið á einhvønn hátt høvdu tørv á fyrstuhjálp.
Um talan er um skúlanæming, ungt starvsfólk, yvirmenn á skipi ella lærarar, so er støðan tann sama: Fyrstuhjálparin er tann fyrsta hjálpin á staðnum og átekur sær uppgávuna at royna at bjarga og/ella halda øðrum persóni á lívi.
Tíverri er úrslitið ikki altíð tað, ið vit vilja, men tað hevur alstóran týdning, at fyrstuhjálparin fær viðurkenning fyri íkastið. Í ár skipaði Betri fyri sera tignarligum karmum, tá ið Reyði Krossur Føroya handaði Ársins barnaheiður, Ársins fyrstuhjálpari og tveir heiðrar fyri serlig avrik.
Fyrstuhjálparin er ikki professionellur, eins og t.d. ein sjúkrarøktarfrøðingur ella portørur. Men fyrstuhjálparin kann byrja eina trygga og róliga tilgongd, har tann, ið á einhvønn hátt er skaddur, hevur tað so gott og trygt sum gjørligt, til professionell hjálp er á staðnum.
Í undirvísingini, HLB/AED, er dentur lagdur á ”hjarta-lungna-bjarging” og at nýta hjartastartara. Hendan undirvísingin er samstundis leið til, at ein kann melda seg til skipanina RLF, ”Renn fyri lívi”.
Fyrstahjálp og tilbúgvingarskipan er gott grundarlag, soleiðis at vit kunnu kenna okkum trygg, bæði á sjógvi, á landi og í luftini. Tað er ikki fyri at vera bangin fyri at liva, men heldur, at vit skulu vita, hvussu vit yvirliva, at dentur eigur at vera á fyrstuhjálparskeiði í øllum aldri.
Vónandi kann heiðursløtan herfyri eisini hava við sær, at fleiri fyrstuhjálparar bjóða seg fram at hjálpa, um einhvør skaðastøða stingur seg upp.