Tíðindi

Lærarin má duga betur at taka ímóti hjálp

Tað kemur meiri enn so fyri, at lærari, sum tørvar hjálp, sýtir at taka ímóti hjálp. Óivað hevur tað nakað við fakliga og persónliga stoltleikan at gera. Tað sigur Jóhan M. Stenberg, formaður í Skúlaleiðarafelagnum og varaskúlastjóri í Skúlanum á Fløtum.

19.08.2025

Tað er mangan ikki fyrr enn lærarin sjálvur viðurkennir, at hann má hava hjálp, at hann biður um hjálp. Tí er tað ov einfalt at siga, at lærarar ikki fáa hjálp, tá ið teir hava brúk fyri hjálp. Jóhan M. Stenberg, sum hevur verið varaskúlastjóri síðan 2011, plagar at venda sær til lærarar, sum hann sær stríðast. Síðstu trý árini hevur hann verið varaskúlastjóri í Skúlanum á Fløtum og dagligur leiðari í Gulaskúla, sum er serskúlatilboð til næmingar í 4.-10. flokk, ið heldur til á Argjum. Í Gulaskúla er málbólkurin næmingar í fólkaskúlanum, sum ikki fáa nøktandi skúlatilboð í fólkaskúlanum.

- Tú sært tað mangan á lærarum, tá ið teir eru sperdir ella strongdir. Eg plagi at tosa við teir og biðja teir koma á skrivstovuna at tosa um viðurskiftini. Men hóast teir at síggja til hava brúk fyri hjálp, kunnu teir vísa hjálpini frá sær, líka til støðan er so ring, at teir hokna. Teir halda mangan fram í langa tíð uttan at biðja um hjálp ella ásanna, at teir hava brúk fyri hjálp, helst tí teir vilja klára støðuna sjálvir. Tað hevur nakað við fakliga og persónliga stoltleikan at gera, hugsi eg. Ta upplivingina havi eg úr báðum skúlunum, har eg havi verið varaskúlastjóri. So tað er eisini lærarin sjálvur, sum má duga at taka ímóti hjálp.

Eingin tilbúgving er til reiðar, tá ið lærari er fyri óhappi ella strongdur, og amboðini og hjálpin, sum skúlaleiðslurnar hava til taks, eru ógviliga avmarkað, tá ið tað snýr seg um at gera tillagingar, sum kunnu lætta um hjá læraranum, heldur Jóhan M. Stenberg.

- Verður lærari eitt nú sjúkrameldaður hálva tíð, so tekur tað tíð at fáa umskipað í skúlanum, tí skipanin við tímajáttanini gevur lítið rúm fyri frávikum. Undirvísingartímarnar, sum sjúkrameldaði lærarin eigur at lesa, má annar lærari taka á seg, og tað er ikki altíð lætt at fáa tað at bera til.

Jóhan M. Stenberg ásannar, sum Sólja í Ólavsstovu vísir á í aðrari samrøðu í blaðnum, at sjúkrameldaði lærarin mangan kemur aftur til sama starvið, tá ið sjúkrameldingin er av.

- Sjúkrameldingin í sjálvum sær loysir vanliga ongar trupulleikar. Lærari fer kanska heim í nakrar vikur, men tað er eingin hjálp til viðkomandi, meðan hann er burtur. Í flestu førum er sjúkrameldingin bara eitt timeout við ongari hjálp. Lærarin átti at fingið supervisjón ella ta hjálp, honum tørvur.

Les alla samrøðuna við Jóhan M. Stenberg í Skúlablað nr 4, 2025.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni