Leys størv

Lærari til Hvalvíkar skúla skúlaárið 2025/2026

Hvalvíkar skúli søkir eftir einum eldhugaðum og ágrýtnum lærara til eitt tíðaravmarkað starv skúlaárið 2025/2026 - setanarbrot 0,5. Endaliga setanarbrotið verður ásett í september.

Um Hvalvíkar skúla:

Hvalvíkar skúli er ein lítil og hugnaligur skúli, har vit hava innskúling, tó verða tað bert 1. og 2. flokkur komandi skúlaár. Skúlin leggur dent á at veita eina fjølbroytta og mennandi undirvísing. Vit hava dugnalig starvsfólk og stuðlandi foreldur, vit arbeiða miðvíst fyri at skapa eitt gott og trygt læruumhvørvi. Við sínum náttúruvakra umhvørvi og góðu umstøðum, er Hvalvíkar skúli eitt gott stað at arbeiða og at læra.

Arbeiðsuppgávur:

Undirvísing í ymiskum lærugreinum
Fyrireiking og eftirmeting av undirvísing
Samstarv við lærarar, næmingar og foreldur
Luttøka í ymiskum skúlaaktivitetum og tiltøkum
Taka ein virknan leiklut í arbeiðnum við “Betri vinir”.

Førleikakrøv:

Tú hevur læraraprógv og førleika at undirvísa í lærugreinunum í innskúlingini.
Góð samstarvsevni og førleika at arbeiða sjálvstøðugt
Áhugi fyri at menna næmingar og skapa eitt gott læruumhvørvi
Fleksibilitet og ágrýtni
Ert stundislig/ur
verða fús/ur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum.

Vit bjóða:

Eitt mennandi og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi
Góðar arbeiðsumstøður
Møguleikar fyri fakligari og persónligari menning

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1-29.2. Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.

Umsókn við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi  9. juni 2025 kl. 12.00.

Umsóknin verður stílað til: Maluna Petersen, skúlastjóra á hvv@skulin.fo, viðmerk “starv”. Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Maluna á tlf. 297238 ella 522019.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær!

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni