Tíðindi
20.06.2025
“Farna árið havi eg við learning by doing hjá Dewey roynt lærarayrkið í verki. Eg havi verið í starvslæru, verið vikarur, og eisini fingið høvið at hoyra børnini í Føroyum koma við sínum íkasti til fyrstu føroysku barnalógina, sum nú skal smíðast – 2025 er sanniliga eitt søguligt ár, har børnini kundu siga sína hugsan, tí tey eru serfrøðingar í egnum lívi.
Hetta árið hevur sanniliga prógvað, at eg eri farin røttu lívsleið – lærarayrkið er gevandi, stuttligt og mennandi, og lesnaðurin á Setrinum er sera áhugaverdur – eg gleði meg at læra meira.”
Soleiðis skrivar Fríðunn B. Mortensen, læraralesandi á fyrsta ári á Námsvísindadeildini, í bloggi á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum fyri nøkrum døgum síðan.
Í fyrstu útgávu í ár av Skúlablaðnum var samrøða við Fríðunn B. Mortensen og tvey onnur, sum lesa til lærara á Námsvísindadeildini, Vernar R. Olsen og Tinnu av Skarði. Upp á spurningin, hvussu tað at ganga á læraraskúlanum, siga tey:
Vernar: Eg helt ikki, at fyrsta árið var so spennandi, men tað er tað nú, og eg havi størri frælsi at velja lærugreinir eftir egnum ynski. Og sum heild er útbúgvingin á høgum stigi. Eg hevði tó viljað, at tað var møguligt at taka kandidatútbúgvingina í Føroyum. Tað er ikki ein møguleiki í verandi løtu, og tað er harmiligt. Hinvegin er tað framúr at kunna taka fýra ára longu útbúgvingina sum lærari í Føroyum.
Fríðunn: Tað hevur avgjørt livað upp til mínar vónir og verið betri enn mínar væntanir. Tað er stuttligt at ganga á læraraskúlanum. Flokkurin er góður, undirvísararnir tað sama og undirvísingin framúr. Eg fegnist um møguleikan at taka útbúgvingina í Føroyum. Hjá mær hevur tað ongantíð verið nakar ivi, at eg vildi lesa í Føroyum. Eg havi eitt ynski um at gerast lærari í føroyskum, og tí er útbúgvingin á Frælsinum ógvuliga viðkomandi. Tað er ein fyrimunur, at útbúgvingin er bygd upp soleiðis, at vit eru í skúla tríggjar dagar um vikuna og kunnu lesa og gera ymiskt annað hinar báðar dagarnar. Tað letur upp fyri møguleikanum at undirvísa sum vikarur, samstundis sum vit taka útbúgvingina.
Tinna: Mær dámar sera væl í skúlanum. Góður flokkur, góðir floksfelagar og góðir undirvísarar. Eg eri samd í, at tað er ein fyrimunur at kunna undirvísa sum vikarur tveir dagar um vikuna. Tað er eitt sera gott fakligt íkast.
Fá yrki eru meiri umráðandi enn lærarin. Formaðurin í íslendska lærarafelagnum, Magnus Þór Jónssonar, orðaði seg so í nýggjasta Skúlablaðnum: “At vera lærari er heimsins besta starv. Avgerðin at gerast lærari býr í hjartanum. Tað er ein sterk innara kensla og ein gleði at kunna hjálpa børnum og ungum fram á leið og síggja tey mennast fakliga og trívast persónliga.”
Kenna tit kensluna, tá vit møta einum, og fyrsti tankin er, tú kundi verið ein góður lærari. Um tú kennir ein, sum tú heldur hevur góðar eginleikar at vera ein góður lærari, so átti tú at heitt á viðkomandi at søkt inn á læraraútbúgvingina.
Hevur tú áhuga í at arbeiða við børnum og ungum, so átti tú at gjørt sum Fríðunn, Vernar og Tinna og søkt inn á læraraútbúgvingina.
Tey, ið fara undir læraralestur, skulu hava staðið bókligt miðnámsprógv (t.e. gymnasialt miðnám), og tey skulu hava havt føroyskt á A-stigi og støddfrøði á C-stigi.
Innihald, skipan av útbúgvingini, starvsmøguleikar og mangt annað er væl lýst á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum: https://www.setur.fo/fo/utbugving/bachelor/folkaskulalaerari
Tað ber eisini til at venda sær til lestrarvegleiðararnar á Námsvísindadeildini Irenu Tróndheim ella Paulinu Poulsen at fáa nærri kunning, ella við at venda tær til Rúnu í Skála, útbúgvingarleiðara.
Hevur tú hug at søkja inn á læraraútbúgvingina, skalt tú gera tað umvegis Vangan.
Umsóknarskjalið er her:
Freistin at søkja inn er 1. juli. Freistin at søkja inn umvegis kvotu 2 er farin.