Leys størv

Lærarastørv í Skopunar skúla skúlaárið 2025- 2026

Til skúlaárið 2025-2026 søkir Skopunar skúli eftir: 

• Einum lærara í tíðaravmarkað starv vegna farloyvi 

• Einum lærara í tíðaravmarkað starv at lesa avlopstímar (umleið 10 -15 tímar) 

Endaliga tímatalið verður ásett í septembur 2025 

Søkt verður eftir lærara, sum: 

• Undir ábyrgd leiðslunnar tekur lut í dagliga arbeiði skúlans 

• Er fyrikomandi og jaligur 

• Hevur eitt breitt menniskjasýni 

• Dugir at samstarva 

• Dámar avbjóðingar og dugir at hugsa kreativt 

• Er stundisligur og nærlagdur 

• Er við til áhaldandi at menna skúlan 

• Hevur hug og førleikar at arbeiða við KT 

Okkum tørvar ein lærara: 

• Sum kann undirvísa í flest øllum lærugreinum í 1. til 5. flokki 

• Vil átaka sær flokslæraraleiklutin 

Lønar- og setanartreytir: 

Størvini eru lønt í lønarflokkunum 18.1 - 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag 

Umsóknir: 

Umsóknir, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skulu sendast sum PDF-fíla til sko@skulin.fo í seinasta lagi mikudagin 28. mai kl. 17.00 

Umsóknir kunnu eisini sendast við posti til: Skopunar skúli Skúlavegur 13 240 Skopun 

Meira fast at vita um starvið við at seta seg í samband við skúlaleiðaran, Kárun Kjærbo á tlf. 217696 ella við at senda ein teldupost til sko@skulin.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni