Leys størv

Lærarastørv í Runavíkar kommunuskúla skúlaárið 2025-2026

Søkt verður eftir:

2 lærarum í fast starv
5 til 6 lærarum í tíðaravmarkað størv vegna farloyvi og niðursetta tíð.

Endaliga tímatalið og setanin til tað eina tíðaravmarkaða starvið verður ikki ásett fyrr enn eftir 1. oktober 2025.

Førleikakrøv

Umsøkjararnir skulu hava læraraútbúgving og mugu m.a. hava førleika at undirvísa í:

náttúrufakunum, málsligu fakunum, ítrótti og svimjing.

Søkt verður eftir lærarum, sum:

undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans
áhaldandi vilja menna seg sjálvan og skúlan
duga væl at samstarva og samskifta
eru fús og hugað fyri toymisarbeiði
vilja fevna ymiskleikan og styrkja felagsskapin

Lønar- og setanartreytir.

Setanarøkið eru skúlarnir, sum hoyra til Runavíkar kommunuskúla. Tey, ið sett verða, eiga at tola broytingar starvinum viðvíkjandi.

Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tey, ið sett verða, eru tænastumannsettir lærarar frammanundan. Størvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Størvini eru treytað av, at tímajáttanin heldur.

Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvum, C.V. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi týsdagin 13. mai 2025 kl. 12.00. Umsóknir kunnu sendast til rks@skulin.fo ella durita.joensen@skulin.fo

Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Duritu P. Joensen, skúlastjóra á tlf. 477332 & 217331, ella á t-post : durita.joensen@skulin.fo

_____________________________________________________________________

Runavíkar kommunuskúli hevur komandi skúlaár uml. 510 næmingar, av hesum eru 56 í forskúlanum, og uml. 70 starvsfólk.

Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.rks.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni