Leys størv
Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2025:
Søkt verður eftir:
2 lærarum í fast starv
4 til 5 lærarum í tíðaravmarkað starv vegna farloyvir, lækkað tímatal og avlopstímar
Endaliga tímatalið og setanin til tað eina tíðaravmarkaða starvið verður ikki ásett fyrr enn eftir 1. oktober 2025
Harumframt tørvar skúlanum 1 tímasett starv sum vikarur við í minsta lagi 10 – 15 tímum um vikuna í miðal hvønn mánað sum sjúkravikarur og fastur avloysari
Hetta starvið kann eisini seinni umskipast til fastlønt starv vegna avlopstímar ella umskipanir gjøgnum árið
• Skúlin hevur serliga tørv á lærarum, ið vilja átaka sær flokslæraraleiklutin, og/ella kunnu undirvísa í dreingjaítrótti.
Søkt verður eftir lærarum, sum:
Vilja arbeiða eftir virðisgrundarlagi og visión skúlans
Duga at samstarva og eru fyrikomandi
Vilja samstarva við starvsfólkum skúlans við at fyrireika, gjøgnumføra og eftirmeta menning næminganna
Sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum
Tora at ganga nýggjar leiðir í undirvísingini
Hava áræði til at taka ábyrgd.
Lønar- og setanartreytir:
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tann, sum settur verður, er tænastamannasettur lærari frammanundan. Størvini eru lønt í lønarflokki 18.1 –
29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.
Umsóknir:
Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 19.mai 2025 kl. 12.00.
Umsóknir kunnu sendast við teldupost til: jonleif.johannesen@skulin.fo, ella sendast til:
Á Skúlatrøð
att: Jónleif Johannesen, skúlastjóri Skúlavegur 6
FO-700 Klaksvík
Nærri kunning um størvini fæst við venda sær til Jónleif Johannesen, skúlastjóra, á tlf. 780202, ella við at senda teldupost til jonleif.johannesen@skulin.fo
Komandi skúlaár ganga 775 næmingar í 1. – 10. flokki á Skúlatrøð. 75 lærarar og 12 námsfrøðingar arbeiða í skúlanum. Meiri kunning um skúlan sæst á heimasíðu skúlans www.skulatrod.fo