Leys størv

Lærarastarv í Skála Skúla

Til skúlaárið 2025/26 at seta 1. august 2025 verður søkt eftir einum lærara í fast starv

Førleikakrøv
Umsøkjararnir skulu hava læraraútbúgving og mugu hava góð samstarvsevni.
Søkt verður eftir lærarum, sum:
• undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans
• taka undir við hugsjónini hjá skúlanum um burðardygga menning
• áhaldandi vilja menna seg sjálvan og skúlan
• duga væl at samstarva og samskifta

Lønar- og setanartreytir

Lærarastarvið verður lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi týsdagin 20.mai kl.12
Umsóknir verða sendar við telduposti til nomi.jacobsen@skulin.fo

Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Nomi Jacobsen, skúlastjóra á tlf. 237052 ella á t-post: nomi.jacobsen@skulin.fo .
Skála Skúli hevur komandi skúlaár 75 næmingar og 10 starvsfólk. Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðu skúlans: www.skalaskuli.fo

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni