Leys størv
Søkt verður eftir lærara skúlaárið 2025/2026. Talan er um fast lærarastarv. Lønarbrotið er hálvt starv, 0,50.
Í Nólsoyar skúla komandi skúlaár eru 9 næmingar frá 2. fl og við 7. flokki. Í flokkinum eru fleiri flokkstrin í tímanum í senn. Haraftrat samstarvar skúlin við Velbastaðar skúla og Kaldbaks skúla. Samstarvið er bæði millum lærarnar, men eisini á ávísum økjum millum næmingar við føroyskum dansi, renni- og ítróttardegi.
Førleikakrøv:
Læraraútbúgving
Kann undirvísa í teimum vanligu lærugreinunum í yngri og miðdeild
Kann undirvísa fleiri flokkstrinum í senn
Duga væl at samstarva og samskipa
Sýna undirvísing eldhuga
Vilja fevna um ymisleikan hjá næmingunum og styrkja felagsskapin
Lønar- og setanartreytir:
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so er, at tey, sum sett verða, eru tænastumannasett frammanundan. Størvini eru lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag
Barnaváttan verður kravd í sambandi við setanina.
Umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu verða skúlanum í hendi, í seinasta lagi mánadagin 26. mai 2025 klokkan 12.
Umsóknin verður stílað til: Báru Traustadóttur, fyrstalærara
teldupostur bara.traustdoƫr@skulin.fo Umsóknir við posti kunnu sendast til: Nólsoyar skúli Í Geilini 46 270 Nólsoy
Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Báru Traustadóttur, telefon 25858