Leys størv
Hetta starvið verður lýst leyst at søkja í Kaldbaks skúla:
- Starv sum lærari í skúlanum, tíðaravmarkað til skúlaárið 2025/26. Setanarbrotið liggur millum 0,55-0,6. Endaliga setanarbrotið verður ásett 1. septembur 2025.
Um skúlan:
Kaldbaks skúli er ein lítil perla í stórari menning í sera vakrari náttúru, og tað er stutt frá haga og fjøru.
Vit hava dugnalig starvsfólk og stuðlandi foreldur. Komandi skúlaár vera vit 29 næmingar frá 1. til og við 6. flokk, umframt 3 børn, sum eru innskrivað í forskúlan. Forskúlin letur upp hvønn morgun kl. 7.30. Haraftrat samstarvar skúlin við Velbastaðar skúla og Nólsoyar skúla. Samstarvið er bæði millum lærararnar, men eisini á ávísum økjum millum næmingarnar – eitt nú við føroyskum dansi, renni- og ítróttardegi.
Hvør ert tú?
Tú hevur hug at arbeiða í einum lítlum, men mennandi læriumhvørvi. Tú dugir væl at samstarva og dugir at skapa trivnað. Tú hevur hug at vera við til at menna skúlan og brúka nærumhvørvið í undirvísingini. Eisini ert tú positiv/ur av lyndi.
Til starvið verður væntað: Tú hevur læraraprógv og førleika at undirvísa í lærugreinunum til grundskúlan.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1-29.2. Starvið verður sett sum sáttmálasett starv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.
Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.
Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 22. august 2025 kl. 12.00.
Umsóknin verður stílað til: Magnus í Króki, skúlastjóra á magnus.kroki@skulin.fo. Viðmerk ´starv`.
Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til Magnus á tlf. 519800