Leys størv

Lærarastarv í Hvalbiar skúla

Hetta starv verður lýst leyst fyri skúlaárið 2025-26:

1 starv uml. 20 tímar vegna avlopstíð
Endaliga tímatalið av hesum starvi verður ásett eftir 1. september 2025

Tímatalvan til starvið fatar m.a. um:

Støddfrøði og kristni í grunddeild
Søgu í miðdeild
Stuðul í grunddeild

Tann, ið settur verður skal

undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiðinum á skúlanum
hava vilja til at samstarva og hava áhuga í toymissamstarvi
vera fakliga væl fyri og professionellur
vera engageraður og fúsur at taka á seg tær uppgávur, ið eru á skúlanum
vera fyrikomandi
starvast fyri góðum samstarvi millum heim og skúla
í samstarvi við leiðslu og starvsfelagar vera áhugaður í at menna skúlan

Førleikakrøv
Læraraútbúgving frá góðkendum læraraskúla.

Lønar og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum frá 18.1. – 29.2. og verður sett sum sáttmálasett starv.

Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi, C.V. og møguligum viðmælum skulu vera skúlaleiðaranum í hendi skjótast gjørligt og í seinasta lagi ónsdagin 17. juni 2025.

Eru spurningar starvinum viðvíkjandi, eru tit vælkomin at venda tykkum til skúlaleiðaran, Eydnu Danielsen, tlf. 237587 ella 375083. ed0604f4@skulin.fo

Hvalbiar skúli hevur komandi ár 80 næmingar frá 1. til 9. flokk og við skúlan fara at starvast  10 lærarar.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni