Leys størv

Lærarar til Skúlan í Eysturkommunu skúlaárið 2025/2026

Hesi størv verða lýst leys at seta skúlaárið 2025/2026:

2 tíðaravmarkað lærarastørv, vegna forskúla.
1 tíðaravmarkað lærarastørv, vegna lærara í barnsburðarfarloyvi
2 tíðaravmarkað lærarastørv, vegna lækkað tímatal, avlopstímar.
1 tíðaravmarkað lærarastørv, vegna lærara í barnsburðarfarloyvi til ultimo januar

Setanarbrotini eru 1,0; 0,9; 0,6 og 0,4. Endaligt tímatal verður ásett eftir 15. september.

Starvið vegna barnsburðarfarloyvi, sum er til ultimo januar 2026, er 0,7.

Søkt verður eftir lærarum, sum

undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
duga at samstarva og eru fyrikomandi
eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum

Vit vænta, at tú

ert fyrikomandi, umhyggin og engasjerað/ur
ert stundislig/ur og nærlagd/ur
ert virkisfús/ur og hugað/ur fyri toymissamstarvi
vilt vera við til at menna eftirmetingar
hevur góðan KT-førleika
kanst virka sum flokslærari
hevur kunnleika innan undirvísing av fleirmæltum
í samstarvi við leiðsluna og starvsfelagar vilt vera við til áhaldandi at menna skúlan
kanst virka bæði í innskúling og miðdeild

Harumframt skulu lærararnir hava førleika at undirvísa í nøkrum av hesum lærugreinum: føroyskum, donskum, náttúrulærugreinum, støddfrøði, tónleiki og ítrótti/svimjing.      Okkum tørvar lærarar, ið kunnu undirvísa bæði í innskúling og miðdeild.

Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.

Førleikakrøv

Læraraútbúgving og linjulestur í onkrari av nevndu lærugreinum
Royndir í føroyska fólkaskúlanum
Læraralesandi, sum taka prógv í summar, kunnu eisini søkja størvini

Lønar- og setanartreytir:

Lærararnir verða løntir sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 og verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Umsóknir

Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast við telduposti til sey@skulin.fo

Umsóknarfreist: 8. mai 2025 kl. 24.00.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Atli F. Johansen, skúlastjóra á telefon 730070.

Skúlin í Eysturkommunu er: í Leirvík: innskúling, 0. – 3. flokkur, og í Gøtu: miðdeild, 4. – 7. flokkur. Skúlin hevur eisini serdeild. Í skúlanum eru áleið 280 næmingar við forskúla. 23 lærarar, 4 námsfrøðingar og 2 námsfrøðiligir stuðlar.

Tú kanst lesa meira um skúlan á heimasíðuni www.skeyk.fo.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni