Tíðindi
30.04.2025
Við smærri flokkum og við øktari tvílæraraskipan gerst undirvísingin – alt annað líka – meira inkluderandi og betri tillagað. Samstundis skal hetta vera við til økja um orkuna, bindindini og arbeiðsgleðina hjá næmingunum.
Vit skulu betra um dygdina av tvílæraraskipanini við co-teaching, og við samlæring fáa lærarar saman høvi at fyrireika, útinna, eftirmeta og samstarva um undirvísingina, har málið er at styrkja fakligu úrtøkuna, trivnaðin og inklusjónina, segði landsstýrismaðurin.
Tá ið talan er um eftirútbúgving segði landsstýrismaðurin, at tørvurin á eftirútbúgving er ikki nýggjur, hinvegin er tað alsamt meira greitt, at tørvurin á eftirútbúgving er djúpt rótfastur og alneyðugur fyri at møta teimum fakligu og námsfrøðiligu avbjóðingum, sum nútíðar skúlin og næmingar krevja.
Serliga nú tit lærarar møta nýggjum og fjøltáttaðum avbjóðingum, sum krevja dagførda vitan og øðrvísi námsfrøðiligar førleikar eitt nú við fleiri tvímæltum næmingum.
Í nøkur ár hevur skipanin av eftirútbúgving hjá tykkum lærarum verið ov tilvildarlig og ov avmarkað.
Hetta kann hava havt við sær, at fjarstøðan er vaksin millum gerandisdagin í skúlastovuni og ta vitan, sum krevst fyri at liva upp til dagsins og framtíðar krøv í fólkaskúlanum.
Hetta hava vit gjørt nakað við, og nú eru betri tídir á veg.
Les alla røðuna her