Tíðindi

Lærarar fagna altjóða læraradegnum

Í samband við altjóða læraradagin hevði Hoyvíkar skúli boðið fráfarnum og fyrrverandi lærarum til drekkamunn fríggjadagin.

05.10.2025

Í dag 5. oktober er altjóða læraradagur. Í hesum sambandi hevði Hoyvíkar skúli boðið fráfarnum og fyrrverandi lærarum til drekkamunn fríggjadagin.

- Vit fingu nógvar glaðar gestir, sum luttóku í morgunsangi, og sum fingu ein góðan drekkamunn og eitt prát omaná; eisini saman við núverandi lærarum. Garðvaktina hendan morgunin høvdu einstøk starvsfólk saman við næmingunum í 9.flokki, sum tóku uppgávuna á seg við gleði.

- Tað var stuttligt at síggja, hvussu glaðir gestirnir vóru fyri at koma á gamlar gøtur og serliga fyri at hitta starvsfelagar sínar aftur. Tað stuttligasta var tó at síggja, hvussu fegnir næmingar og fyrrverandi lærarar vóru at hittast aftur í skúlanum, sigur Anna Maria Reinert Jensen, skúlastjóri, sum takkar fyri vitjanina og gleðir seg at halda læraradagin saman á hvørjum ári.

Altjóða læraradagurin hevur verið hildin síðan 1994.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni