Tíðindi

Lærarar aftra seg at undirvísa í kontroversiellum evnum

Nýggj donsk kanning vísir, at nærum fjórði hvør lærari letur vera við at undirvísa í evnum, sum kunnu verða fatað at vera kontroversiell.

26.06.2025

Nærum fjórði hvør lærari í fólkaskúlanum og miðnámi hevur latið vera við at undirvísa í í minsta lagi einum evni, sum teir meta kunnu vera kontroversiell. Hetta kunnu vera evni, so sum muhammedkreppab, kríggið millum Ísrael og Hamas, sjálvmorð og sjálvmorðstankar.

Kanningin vísir eisini, at vanligasta orsøkin til, at lærarar velja at lata vera við at taka kontroversiell evni upp er fyrilitið fyri trivnaðinum hjá næmingum, ynskið um at sleppa undan tvístøðum í flokkinum, umframt at lærarin ikki følir seg nóg væl fakliga fyri at taka evnið upp. Harumframt hava 23 prosent av lærarunum, sum hava latið vera við at undirvísa í kontroversiellum evnum, latið verið orsakað av stúran fyri trygdini hjá sær sjálvum og familjuni.

”Eg eri glaður fyri, at nógv teir flestu lærararnir halda, at mann eigur at undirvísa í evnum, hóast tey kunnu føra til ógvisligar reaktiónir frá næmingunum. Tað er eisini mín støðutakan. Tað ørkymlar meg tó, at nærum fjórði hvør lærari letur vera við at taka ávís evni upp í undirvísingini. Tað er serliga evni sum muhammedkreppan, sum er rættiliga týðandi tilburður í nýggjari danskari søgu, men samstundis eisini eitt evni, sum flestir lærarar sleppa sær undan at undirvísa í. Skúlin eigur at vera trygd fyri fólkaræði, vísindum og upplýsingum. Tí er tað avgerandi at verja framsøgufrælsið,” sigur Mattias Tesfaye, barna- og undirvísingarmálaráðharri í Danmark.

Nógv teir flestu lærararnir halda, at teir eru fakliga væl fyri at undirvísa í kontroversiellum evnum. Kanningin vísir øvut, at 32 prosent av lærarunum, sum hava sloppið sær undan at undirvísa í kontroversiellum evnum, ikki kenna seg nóg væl fyri fakliga. Undirvísing í kontroversiellum vekir vanliga stóran eldhuga millum næmingar, men 39 prosent av lærarunum uppliva, at næmingarnir meta undirvísingina fara yvir um mark, og 35 prosent av lærarunum uppliva, at næmingarnir verða keddir av undirvísingini.

Um kanningina

Tað er Det Nationale Forsknings- og Analysecenter for Velfærd (VIVE), sum hevur gjørt kanningina fyri danska kenslumálaráðið. Kanningin byggir á svar frá 712 lærarum og 127 skúlastjórum í fólkaskúlanum, privatskúlum og miðnámi. Lærararnir, sum svara, undirvísa í donskum, søgu, samfelagsfrøði, religión/kristni ella lívfrøði í 7.-9. flokki umframt miðnámi. Kanningin vísir eitt nú, at:

* 23 % av lærarunum hava latið vera við at undirvísa í í minsta lagi einum evni, sum teir meta er kontroversielt. 
* Vanligastu kontroversiellu evnini: Muhammedkreppan, íroknað muhammedtekningarnar, kríggið millum Ísrael og Hamas, kynssamleiki og sjálvmorð/sjálvmorðstankar. 
* 84 % av lærarunum uppliva, at næmingarnir halda undirvísingina í kontroversiellum evni at vera lærurík – men 39 % av lærarunum uppliva, at næmingarnir meta undirvísingina fara yvir um mark.
* 73 % av lærarunum er “ógviliga samdir” ella “í høvuðsheitum samdir” við, at tað er problematiskt at lata vera við at taka evni upp í undirvísingini fyri at sleppa undan ógvisligum reaktiónum frá næmingunum.
* 80 % av lærarunum eru “samdir” ella “ógviliga samdir” í, at teir føla seg fakliga væl fyri at undirvísa í kontroversiellum evnum.
* 34 % av lærarunum, sum velja at lata vera við at undirvísa í kontroversiellum evnum, vísa á, at teir eru ikki nóg væl fyri fakliga at gera tað.
* 31 % av skúlastjórunum hava tosað við lærararnar um, hvussu teir kunnu handfara evni, sum verða mett at vera kontroversiell.
* 6 % av lærarunum uppliva, at foreldur gerast ill, tá ið undirvíst verður í kontroversiellum evnum.

Kelda: uvm.dk

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni