Tíðindi
19.08.2025
Saman við virkseminum hjá Lærarafelagnum var eisini greitt frá Skúlablaðnum, Bókadeildini og Barnabløðunum Strok og Píka7. Í Skúlablaðnum kunnu tey læraralesandi leita eftir nógvum viðkomandi greinum um fólkaskúlan, og læraralesandi skriva eisini bloggar í Skúlablaðnum. Tann, sum bloggar í Skúlablaðnum í løtuni, er Fríðunn Bolstad Mortensen, læraralesandi á øðrum ári. Tey læraralesandi vóru eisini kunnað um barnabløðini Strok og Píka7, ið allir næmingar frá forskúla til 7.flokk fáa ókeypis. Tilfarið í bløðunum er aktuelt upprunatilfar og gjørt aldurssvarandi, og tað kemur fyri, at læraralesandi eisini gera tilfar til bløðini. Tey lesandi fingu eintøk av barnabløðunum, so tey kunnu læra tey at kenna.
Tað er siðvenja, at umboð fyri Lærarafelagið vitjar ymsu árgangirnar á Námsvísindadeildini. Tá er gott høvi hjá læraralesandi at seta spurningar á røttum stað og sjálvsagt hjá Lærarafelagnum at kunna seg við, hvørjir spurningar bylgjast í teimum, ið hava valt at útbúgva seg til lærara.
34 lesandi eru tikin inn til læraralestur í ár, 24 kvinnur og 10 menn. Størri parturin av teymum lesandi eru tikin inn ígjøgnum kvotu 1 og ein minni partur ígjøgnum kvotu 2. Tað er gott, at tey lesandi eru ymisk í aldri og hava ymiskar royndir; tey yngstu eru í aldri frá fyrst í 20’unum til seinast í 40’unum. Umboðini fyri Lærarafelagið vóru fegin um, at tey lesandi tykjast at vera áhugað í lestrinum og ynskja at gerast lærarar.
Felagið ynskir teimum lesandi góðan lesihug.
Ein góður lærari er ein góð byrjan.