Tíðindi

Lærarafelagið ger stórar íløgur í samstørv

At samstarva við onnur, bæði í Føroyum og uttanlands, er týðandi táttur í virkseminum hjá Føroya Lærarafelag.

10.09.2025

Samstarv við onnur fakfeløg, serliga samstarvið í Fakfelagssamstarvinum, fyllir meira í virkseminum hjá Føroya Lærarafelag, og felagið setur bæði tíð og pening av til samstarvið. Sálarliga arbeiðsumhvørvið og 37-tíma arbeiðsvikan eru átøk, sum Fakfelagssamstarvið hevur arbeitt miðvíst við.

- At felagið brúkar størri part av síni orku til samstørv við onnur fakfeløg er fyri at vinna limunum sømdir, sum felagið einsamalt ikki kundi nátt. Einsamalt hevði einki av feløgunum komið so langt á leið við hesum málum. Felagið kemur betur til orðanna við sínum sjónarmiðum og hevur størri ávirkan í samfelagnum í samstarvinum, sigur Lærarafelagið í ársfrágreiðing síni.

Samstarvið við fakfeløg í grannalondunum er eisini vaksið. Saman við Yrkisfelagnum Miðnám og Pedagogfelagnum hevur felagið knýtt tættari samband við lærarafeløgini í Íslandi og Grønlandi. Eitt úrslit av hesum var ISTP-ráðstevnan. Formaður felagsins var saman við landsstýrismanninum í BÚMR boðin sum gestur til stóru ISTP-ráðstevnuna í Reykjavík.

Úr Føroyum luttóku Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, Katrin Dagsbjartsdóttir, lærari í Skúlanum á Fløtum, Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálum, og Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.

- At vit vóru boðin við er eitt tekin um gott samstarv og vinalag millum brøðratjóðirnar Føroyar og Ísland.

Formaðurin í íslendska lærarafelagnum, KÍ, Magnús Þór Jónsson, var heiðursgestur á aðalfundi Lærarafelagsins í vár.

Lærarafelagið luttekur eisini í NLS-samstarvinum saman við Pedagogfelagnum og Yrkisfelagnum Miðnám. NLS, Nordiska lärarorganisationers samråd, er norðurlendskt samstarv millum lærarafeløg fyri lærarar, pedagogar og miðnámslærarar. Í samstarvinum í NLS eru nú skipaðir fleiri bólkar ella netverk, sum virka innan ymisk áhugaøki, eitt nú arbeiðsumhvørvið, fólkaskúlan, gransking og samráðingar; felagið luttekur í fleiri teirra, og fær kunning frá øllum.

NFSP-samstarvið hevur sítt vanliga virksemi. NFSP er stytting fyri Nordiska förbundet för Specialpedagogik, og felagsskapurin er meira enn 100 ára gamal. Í 2020 var stór ráðstevna í Føroyum í NFSP,  og í 2023 vóru 10 serlærarar á NFSP-ráðstevnu í Svøríki..

Nýggjasta samstarvið er í NTI-netverkinum. NTI, ið er stytting fyri Newlyqualified Teacher Induction, er eitt samstarv millum lærarafeløg og læraraútbúgvingar í Norðurlondum og Estlandi. Umboð fyri Lærarafelagið og læraraútbúgvingina á Námsvísindadeildini luttaka í hesum samstarvinum. NTI-netverkið hevur júst fingið stuðul frá Norðurlandaráðnum til eina felags norðurlendska granskingarverkætlan. Evnið er, hvussu vit kunnu stuðla nýútbúnum lærarum og geva teimum umstøður, so at teir kunnu blóma í starvinum.

Í løtuni arbeiðir nevndin í Lærarafelagnum eisini við ætlanum at koma við í EI (Education International), ið er altjóða samstarv fyri lærarafeløg.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni