Tíðindi
22.05.2025
Í fjør og fyrra ári vóru eingir læraradagar, men tað verða tað komandi ár, í átta dagar í januar og februar – hesa ferð sum dagsskeið í átta ymsum skúlum kring landið. Tað er Nám, sum skipar fyri læraradøgunum í samstarvi við Námsvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum.
Í vár fingu skúlaleiðslurnar á økisfundi kunning um komandi læraradagarnar. Læraradagar hava verið nakrar ferðir, og hvørja ferð hevur tað verið soleiðis, at helmingurin av øllum lærarunum hevur verið savnaður ein dag og hin helmingurin dagin eftir í Norðurlandahúsinum í Havn. Vanliga hevur eitt høvuðsevni verið, sum hevur verið viðgjørt í trimum høvuðsfyrilestrum, og harumframt hava fleiri verkstovur verið. Hetta verður nú broytt til dagsskeið fyri lærarar, námsfrøðingar og leiðarar. Fyrsta dagsskeiðið verður 21. januar og tað síðsta 5. februar.
Námsvísindadeildin skipar fyri fakliga innihaldinum á skeiðnum; høvuðsevnini komandi læraradagar verða læraraleikluturin, floksleiðsla, relatiónsførleikar, undirvísingardifferiering og felagsskapandi didaktikkur.
Teir átta skeiðsdagarnar verða teir 39 skúlarnir býttir sundir í átta bólkar, har hvør bólkur verður í einum skúla, og tann dagin skeiðið er, hava næmingarnir í teimum skúlunum frí.
Meiri kunning kemur seinni.
Savnsmynd frá læraradøgunum í 2020.