Tíðindi
13.08.2021
TEKNA er nýtt íverksetarafelag, ið veitir frálæru í teknmáli, tekn til talu og øðrum tænastum í hesum sambandi.
Undirvísarar eru Edny Poulsen og Eyðgunn Hansen, ið báðar hava læraraútbúgving og útbúgving sum teknmálstulkar.
Í løtuni bjóðar TEKNA skeið í teknmáli, sum byrjar í september, og skeið í tekn til talu, ið byrjar í oktober. Á skeiðnum lærir tú alt grundleggjandi, sum tú mást vita fyri at duga teknmál. Undirvísingin er fjølbroytt, og skift verður millum framløgur, teori og venjingar.
Skeiðini verða hildin í Deyvahúsinum í Havn.
Tilmelding á teknmalsundirvising@gmail.com ella á facebooksíðuni hjá TEKNA.