Leys størv
Í Kollafjarðar skúla eru 2-3 størv leys at søkja skúlaárið 2024/2025.
Talan er um:
1 fast starv
1-2 tíðaravmarkað størv vegna lærara í farloyvi og vegna lækkað tímatal, serligan tørv og avlopstímar. Seinna møguliga starvið kann væntast ikki at hava fult starvsbrot.
Førleikakrøv og skúlans tørvur:
Skúlin hevur tørv á at seta lærarar, ið kunnu undirvísa á ymsum floksstigum. Tey, ið sett verða, skulu hava læraraútbúgving.
Vit sóknast eftir lærarum við ymiskum fakligum førleikum, sum harímillum kunna undirvísa í hesum lærugreinum: føroyskum í grund- og hádeild, ítrótti og rørslu. Vit lýsa eftir einum lærara, sum t.d. leggur dent á, at næmingarnir fáa pulsin upp. Vit hava tørv á, at viðkomandi, ið verður sett/-ur í fast starv, er før/-ur fyri og vil taka á seg flokslæraraleiklut. Eisini hava vit tørv á fólki, ið kann undirvísa í kristni, søgu/samtíð og samtíðarkunning.
Í Kollafjarðar skúla leggja vit dent á ábyrgd og virkisfýsni, umframt at vera fyrikomandi og hava jaligan hugburð móti næmingunum so væl sum øllum øðrum. Vit ynskja at seta lærarar, sum áhaldandi vilja menna seg sjálvan, ikki ræðast nýggjar avbjóðingar og seta tollyndi í hásæti.
Vit arbeiða støðugt við at menna skúlan, og vit sóknast eftir lærarum, ið eru eldhugaðir, nærlagdir og fakliga dugnaligir. Gott samstarv og samskifti er ein fortreyt í skúlanum og millum heim og skúla.
Løn og setanarviðurskifti:
Størvini vera sett frá 1. august 2024. Tímatalið til møguliga seinna tíðaravmarkaða lærarastarvinum verður ikki endaliga ásett fyrr enn 1. septembur 2024.
Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkum 18.1 – 29.2. Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.
Um skúlan:
Kollafjarðar skúli er ein eitt-sporaður skúli við 9 árgangum. Vit arbeiða í trimum deildum við einum læraratoymi í hvørjari deild. Í Kollafjarðar skúla ganga komandi skúlaár umleið 130 næmingar í 1. til 9. flokki. Umleið 17 lærarar fara at starvast í skúlanum.
Umsókn:
Umsóknin, við CV, avriti av prógvum og møguligum ummælum og játtan um, at barnaváttan kann innheintast, skal vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 9. mei 2025 innan kl. 16.00.
Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til Jón Højsted á telefon 21 14 87.
Umsóknin verður send sum teldupostur til: jon.hojsted@skulin.fo ella kol@skulin.fo