Starvslýsing
Størv í Skúlanum á Fossánesi skúlaárið 2026/27
• 1 tíðaravmarkað lærarastarv full tíð fyri lærara í farloyvi.
• 1 tíðaravmarkað lærarastarv uml. 0,7 vegna avlopstímar og niðurskurð. Tímatalið verður endaliga ásett 1. sept 2026.
Søkt verður eftir lærarum ið m.a. kann undirvísa í hesum lærugreinum í innskúlingini og miðdeild: smíð, ítrótti, svimjing, náttúru og tøkni og KT-førleikar.
• 1 námsfrøðiligum stuðli skúlaárið 2026/27 við setanarbrotinum 0,50.
Søkt verður eftir námsfrøðingi, sum undir leiðsluni og í samstarvið við starvsfólkum skúlans, tekur lut í dagliga virksemi skúlans. Starvið fevnir um saman við lærarum at skipa skúladagin hjá næmingum, ið hava avbjóðingar í gerandisdegnum. Viðkomandi má tola, at arbeiðsuppgávurnar vera broyttar og tillagaðar leypandi gjøgnum árið. Tann, ið verður settur skal hava námsfrøðiliga útbúgving ella námsfrøðiligar royndir.
Tey, ið sett verða, skulu
• Duga at samstarva, vera fyrikomandi og sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum.
• Vera fús/ur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum.
• Hava áræði til at taka ábyrgd
• Eru stundislig og nærløgd.
Lønar og setanartreytir
• Lærara størvini verða lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
• Stuðulsstarvið verður lønt eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkinum 11-22.
Umsóknir
Umsóknir við tíðarrensli, avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 12. juni 2026 kl. 12.00.
Umsóknir kunnu sendast við teldupost til: fos@skulin.fo ella sendast til:
Skúlin á Fossánesi
Fossávegur 27
FO-730 Norðdepil
Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Veroniku Petersen, skúlastjóra á tlf. 735894 ella á t-post fos@skulin.fo.
Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.
Komandi skúlaár vera 39 næmingar frá 1.til 7. flokk í Skúlanum á Fossánesi, 5 lærarar og ein námsfrøðingur.