Starvslýsing

Starvslýsing eftir varaskúlastjóra til Sandoyar meginskúla

16.07.2026

Hevur tú hugsjónir og dirvi at slóða fyri og lofta góðum hugskotum, og megnar tú at ganga á odda, so hevur tú møguleika at søkja starv sum varaskúlastjóri í Sandoyar meginskúla.

Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran skal taka lut í fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni av virksemi skúlans. 

Væntað verður, at tú er opin og fyrikomandi. Er fús/ur at taka á teg tær uppgávur og avbjóðingar, ið eru á skúlanum og er við til áhaldandi at menna skúlan.

Umráðandi er at hava góðar KT-førleikar og at viðkomandi er væl skipað/ur. Harafturat verður tað mett sum eina sjálvfylgju, at tú ert stundvís/ur, røkin og dugir væl at samskifta. Leggur dent á virðið í felagsskapinum og torir at taka neyðugar avgerðir.

Umráðandi er at tú hevur gjørt tær greiðar tankar um, hví júst tú skal hava starvið.

Førleikakrøv
Umsøkjari skal hava fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum.
Harumframt kann tað vera ein fyrimunur, um umsøkjari kann vísa á viðkomandi royndir.


Lýsing av skúlanum

Sandoyar meginskúli byggir á grundtættirnar: Førleiki, fimi og framtíð.

Aðalmálið hjá skúlanum er lærdómur. Trivnaður, samstarv og felagsskapur eru megintættir í allari læru, og tí eru hesi flættað í okkara mentan. Dentur verður lagdur á at menna tað heila menniskja við støði í nærumhvørvinum.

Komandi skúlaár vera tað 52 næmingar í skúlanum og 8 lærarar.

Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 16.07.2026 kl.12.00.

Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Jacqueline Benzon, skúlastjóra á tlf. 216038 ella at senda t-post til meginskulin@skulin.fo

Ein setanarbólkur viðgerð umsóknirnar og býður við støði í umsóknunum einum úrvali av umsøkjarum til samrøðu.