Starvslýsing

Starvsfólk til Frískúlan í Kelduni, skúlaárið 2026/2027

13.07.2026

 

·       1-2 lærarum í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2026/27, vegna avlopstímar, niðurskurð og farloyvi.

·       2 lærarum fyri lærarar í barnsburðarfarloyvi frá aug.til jan. 27. Tímatalið verður endaliga ásett 1.sept.26

·       Skúlanum tørvar lærarar, sum kunnu undirvísa m.a. í støddfrøði, føroyskum, ítrótti og kunnu átaka sær uppgávur viðvíkjandi trivnaðararbeiðið skúlans.

·       Hjálparfólk til frítíðarstovuna, frá 10 aug. 26 Talan er um tíðaravmarkað starv. Tímatalið er áleið 20-25 tímar um vikuna frá kl 13-17. Tímatalið verður endaliga ásett 1 sept.

 

Vit ynskja, at tú, sum umsøkjari:
•    Hevur læraraútbúgving og royndir

•    Tekur undir við og vilt arbeiða fyri visjónini hjá frískúlanum

•    Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum

•   Ert fleksibul og dugir at samstarva og ert til reiðar at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið í skúlanum

 

 

Um frískúlan:
Skúlaárið 202
6/2027 eru umleið 110 børn frá forskúla til 7. flokk í Frískúlanum Kelduni. Frískúli og frítíðarstova eru á sama stað. Samkoman Keldan í Skálafirði stovnaði Frískúlan í 2010. Hølini í Kelduni eru nýmótans og vælegnað til skúlavirksemi. Umhvørvið í Skálafirði er eisini ein góður karmur um hetta virksemið.

 

Vit kunnu bjóða:
Eitt áhugavert starv við fjølbroytni í gerandisdegnum, har námsfrøðingar og lærarar samstarva. (sí
www.fsk.fo)

Setanarviðurskifti:.
Lærarastørvini verða lønt samsvarandi avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsókn:
Umsókn saman við avriti av prógvi, c.v. og møgulig viðmæli, skal vera skúlastýrinum  í hendi í seinasta lagi 12 juni kl. 12.00. Eru spurningar ella ivamál, ber til at skriva til
friskulin@keldan.fo  Neyðugt er hjá skúlanum at fáa barnaváttan frá umsøkjarum.

 

Vinarliga send umsóknina umvegis teldupost: friskulin@keldan.fo

 

          íblástur – trivnaður – læring – persónligur vøkstur