Starvslýsing

Starv í Skúlanum á Fossánesi skúlaárið 2026/27 - endurlýsing

15.07.2026

• 1 tíðaravmarkað lærarastarv uml. 0,7 vegna avlopstímar og niðurskurð. Tímatalið verður endaliga ásett 1. sept 2026.  

Søkt verður eftir lærara, ið kann undirvísa í lærugreinum í innskúling og miðdeild millum annað smíð, ítrótti, náttúru og tøkni, kristni. Góðir KT-førleikar eru ein fyrimunir.

Tann, ið settur verður, skal: 
• duga at samstarva, vera fyrikomandi og sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum. 

• vera fús/ur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum.   
• hava áræði til at taka ábyrgd   
• vera stundislig/ur og nærløgd/nærlagdur.  

Lønar og setanartreytir  
• Lærara størvini verða lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.  
• Stuðulsstarvið verður lønt eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkinum 11-22.  

Umsóknir   
Umsóknir við tíðarrensli, avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 15. juli 2026 kl. 12.00.  

Umsóknir kunnu sendast við teldupost til: fos@skulin.fo  ella sendast til:   
Skúlin á Fossánesi   
Fossávegur 27  
FO-730 Norðdepil  

Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Veroniku Petersen, skúlastjóra á tlf. 735894 ella á t-post fos@skulin.fo.  

Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.  

Komandi skúlaár vera 39 næmingar frá 1.til 7. flokk í Skúlanum á Fossánesi, 5 lærarar og ein námsfrøðingur.