Starvslýsing

Starv í Hoyvíkar skúla frá 1.januar 2026

12.12.2025

Starvið verður lýst leyst at seta frá 1. januar 2026. Starvið er tíðaravmarkað og hevur setanarbøkin 0,6. Talan kann væl verða um fleiri undirvísingartímar, um áhugi er fyri tí. 

Vit sóknast eftir lærara, ið kann undirvísa í kristni og støddfrøði í hádeild umframt rørslu/svimjing í hádeild. 

Høvuðsuppgávan hjá læraranum er at ráðleggja, gjøgnumføra og eftirmeta undirvísingina. Dentur verður lagdur á, at undirvísingin er næmingalagað og verður skipað við atliti til persónligu, sosialu og fakligu menningina hjá einstaka næminginum. 

Ráðleggingin fer fram í samstarvi og samráði við lærararnar í árgangstoyminum. 

Førleikakrav: Tú skalt hava útbúgving sum fólkaskúlalærari. 

Tann, sum settur verður, skal: 

  • Vera stundislig og nærlagdur 
  • Vera fyrikomandi og hava jaligan hugburð móti næmingunum 
  • Vera við til áhaldandi at menna skúlan 

Í starvsfólkaleiklutinum í Hoyvíkar skúla leggja vit dent á: 

  • Ábyrgd 
  • Yrkisføri 
  • Floksleiðslu 
  • Samstarv 
  • Trúfesti 

Lønar- og setanartreytir: 

Størvini verða sett sum sáttmálasett størv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. 

Størvini sum lærarar verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 – 29.2. 

Umsóknin, við CV, avriti av prógvum og møguligum ummælum, skal vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin, 12. desember kl. 14.00. 

Umsóknin skal stílast til: 

Hoyvíkar skúli 

Att.: Anna Maria Reinert Jensen 

Postboks 3073 

FO-110 Tórshavn 

Umsóknin kann eisini sendast við telduposti til: anna.maria.jensen@skulin.fo 

Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til Onnu Mariu Reinert Jensen, stjóra, á telefon 290069. 

_________________________________________________________________ 

Í Hoyvíkar skúla eru 360 næmingar í 1.- 9. flokki 

45 starvsfólk starvast í skúlanum 

Vitjið okkum á hoy.fo