Starvslýsing
Smíðlærari til Sankta Frans skúla
04.09.2026
Sankta Frans skúli lýsir eftir lærara, ið kann undirvísa næmingum í hádeildini í smíð.
Talan er um hugagóðar næmingar, sum hava valt lærugreinina sum vallærugrein.
Undirvíst verður hvønn fríggjadag 1.–3. tíma, kl. 08.00–10.35.
Vit vænta, at tú hevur viðkomandi førleikar og áhuga fyri at arbeiða við ungum, og at tú megnar at skapa eitt gott og trygt læringsumhvørvi.
Løn og setan eru sambært galdandi sáttmála.
Hevur hetta tín áhuga, ert tú vælkomin at seta teg í samband við:
Magnar Vang, varaskúlastjóra
📞 28 25 13
✉️ magnar.vang@skulin.fo