Starvslýsing

Lærari til Kaldbaks skúla í fulla tíð

16.11.2026

Starv við byrjan 7. desembur 2026 verður hervið lýst leyst at søkja.

Starv fyri lærara í barnsburðarfarloyvi til skúlaárið 2026/27. Starvið er sett á fulla tíð. Søkt verður eftir lærara at undirvísa í støddfrøði á øllum árgangum. Fyrimunur kann vera, um umsøkjari kann undirvísa í N/T, smíð ella tónleiki. 

Um skúlan: 
Kaldbaks skúli er ein lítil perla í stórari menning í sera vakrari náttúru, og tað er stutt frá haga og fjøru. 

Vit hava dugnalig starvsfólk og stuðlandi foreldur. Í núverandi skúlaári eru vit 20 næmingar frá 1. til og við 6. flokk, umframt 3 børn, sum eru innskrivaði í forskúlan. Forskúlin letur upp hvønn morgun kl. 7.30. Haraftrat samstarvar skúlin við Velbastaðar skúla og Nólsoyar skúla. Samstarvið er bæði millum lærararnar, men eisini á ávísum økjum millum næmingarnar – eitt nú við føroyskum dansi, renni- og ítróttardegi. 

Hvør ert tú? 
Tú hevur hug at arbeiða í einum lítlum, men mennandi læriumhvørvi. Tú dugir væl at samstarva og dugir at skapa trivnað. Tú hevur hug at vera við til at menna skúlan og brúka nærumhvørvið í undirvísingini. Eisini ert tú positiv/ur av lyndi. 

Til starvið verður væntað: Tú hevur læraraprógv og førleika at undirvísa í lærugreinunum til grundskúlan. 

Starvið í skúlanum verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1-29.2. Starvið verður sett sum sáttmálasett starv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. 

Barnaváttan verður kravd í samband við setanina. 

Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 16. novembur 2026 kl. 12.00. 

Umsóknin verður stílað til: Magnus í Króki, skúlastjóra á magnus.kroki@skulin.fo viðmerk ´starv`. 

Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Magnus á tlf. 519800.