Starvslýsing

Lærari til Føroya Eftirskúla í Suðuroy

20.07.2026

Um starvið:
Spennandi lærarastarv á Føroya Eftirskúla. Vit søkja eftir lærara sum kemur at arbeiða í tøttum samstarvi bæði við leiðara skúlans og við starvsfólkini.  Lærarin  verður við til at mynda skúlan, gerandisdag og innihald. Talan er um hálvtíðarstarstarv skúlaárið 2026-27 við møguleikum at taka vaktir á Næmingaheiminum.

Vit vænta at tú
Ert fyrikomandi og arbeiðssinnaður og klárar at taka við nýggjum avbjóðingum. Vit vænta at tú dugir væl at samstarva og loysa uppgávur á skynsaman hátt. At tú dugir at  arbeiða sjálvstøðugt og at taka sjálvstøðugar avgerðir.

Førleikakrøv
Útbúgving sum fólkaskúlalærari. Harumframt er hollur kunnleiki til føroyskt mál og føroyska mentan ein fortreyt.

Hvørji eru vit
Føroya Eftirskúli er eitt 10. floks tilboð til føroyskan og  norðurlendskan ungdóm. Vit eru eitt tilboð til tey,  sum vilja royna nakað nýtt, øðrvísi og lívgandi. Vit eru eftirskúli og fylgja eftirskúlaandanum við samanhaldi, persónligari menning og andaligari uppbygging. Vit vilja okkara føroyska ungdómi tað besta og at menna tey til avbjóðingar lívsins. Á okkara breytum og náttúruútferðum menna vit og skil. Okkara ungdómur er grundarsteinar hjá okkara komandi ættarliðum.

Løn og setanartreytir
Starvið er eitt hálvtíðarstarv skúlaárið 2026-27 og verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Møguleiki er eisini at taka vaktir á Næmingaheimi.

Umsóknir

Freistin er 20. juli.

Umsóknir við prógvum, CV og viðmælum verða sendar til Føroya Eftirskúla, Sjógøta 2, 800 Tvøroyri ella sendast sum PDF fílar til info@efirskulin.fo. Ringjast kann eisini á 282281 til skúlaleiðarin Pól Arna Holm um spurningar til starvið