Starvslýsing
Lærarastørv í Sankta Frans skúla
Ert tú fakliga sterki lærarin við teimum góðu hugskotunum? Ert tú lærarin, sum megnar at skapa gleði og økja sjálvsvirðið í næmingum okkara? Ynskir tú at gerast partur av einum sterkum og dugnaligum starvsfólkahópi? So er tað tær, ið vit leita eftir.
Hesi størv eru lýst leys at søkja
1 starv fyri fólk í barnsburðarfarloyvi frá 5. januar til 30. juni 2026. Setanarbrotið er 0,8.
1 starv fyri fólk í barnsburðarfarloyvi frá 1. desember 2025 til 1. mars 2026. Setanarbrotið er 1,0.
Starvið við setanarbrotið 0,8
· Flokslæraraarbeiði í 1. flokki
· Føroyskt í 1. flokki
· Heimstaðarlæra í 1. flokki
· Føroyskt í 3. flokki
Starvið við setanarbrotið 1,0
Flokslæraraarbeiði í 5. flokki
Føroyskt í 5. flokki
Enskt í 5. flokki
Kristni í 5. flokki
Enskt í 6. flokki
Føroyskt í 7. flokki
Samfelagsfrøði í 7. flokki
Søgu í 7.flokki
Førleikakrøv
Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum/lærugreinaøkjum
Lønar og setanartreytir
Størvini vera lønt í lønarflokkinum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya lærarafelag.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi, CV, og møguligum viðmælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi hósdagin 13. november kl. 13:00.
Umsóknir skulu sendast til aslaug.olsen@skulin.fo
Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til
Aslaug Olsen, skúlastjóra, 282536
Í Sankta Frans skúla ganga 440 næmingar úr forskúla til 9. Flokk. Í skúlanum eru 50 starvsfólk. Skúlin hevur ein starvsfólkahóp, ið fakliga røkkur víða, og arbeitt verður alsamt við at menna skúlan.