Starvslýsing

Lærarastarv í Stranda skúla

16.03.2026
Eitt tíðaravmarkað starv verða lýst leys til setanar frá 26. mars 2026 og restina av skúlaárinum 2025/26:

Vegna barnsburðarfarloyvi verður søkt eftir einum lærara at undirvísa í

Føroyskum, donskum, støddfrøði og enskt í miðdeildini og landafrøði, kristni og søgu í hádeildini.

Setanarbrotið er 1. 

Søkt verður eftir lærara, sum

  • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
  • duga at samstarva og er fyrikomandi
  • er fúsur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum
  • halda fast um stavnhaldið, at í okkara skúla skulu øll kenna seg væl og trívast
  • er fúsur at taka við avbjóðingum og broytingum, sum menna og skapa virðing fyri skúlanum
  • er vanur at nýta teldu í undirvísingini

Førleikakrøv:

Læraraútbúgving og linjulestur ella samvarandi førleiki í nevndu lærugreinum/ lærugreinaøkjum. 

Lønar- og setanartreytir

Størvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. 

Umsóknir

Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum,

Hans Petur Jacobsen,

Strandatún 17

490 Strendur,

hans.petur.jacobsen@skulin.fo

í hendi í seinasta lagi mánadagin 16. mars 2026 kl. 12.00.

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til skúlastjóran, Hans Petur Jacobsen, tlf. 232730.

Á Stranda skúla eru 160 næmingar og 20 lærarar. Meira er at lesa um skúlan á heimasíðuni www.strandaskuli.fo