Starvslýsing

Lærarastarv í Skála Skúla

13.06.2026

Til skúlaárið 2026/27 at seta 1. august 2026 verður søkt eftir einum lærara í fast starv, lønarbrot 1,0

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava læraraútbúgving

Søkt verður eftir lærarum, sum:
• undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans
• taka undir við hugsjónini hjá skúlanum um burðardygga menning
• áhaldandi vilja menna seg sjálvan og skúlan
• hava góð samstarvsevni


Lønar- og setanartreytir

Lærarastarvið verður lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 12.juni kl.12
Umsóknir verða sendar við telduposti til nomi.jacobsen@skulin.fo
Barnaváttan verður kravd í samband við setan.

Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Nomi Jacobsen, skúlastjóra á tlf. 237052 ella á t-post: nomi.jacobsen@skulin.fo .
Skála Skúli hevur komandi skúlaár 80 næmingar og 10 starvsfólk. Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðu skúlans: www.skalaskuli.fo