Starvslýsing

Lærarastarv í forskúlanum í Skála Skúla

13.06.2026

Til skúlaárið 2026/27 at seta 1. august 2026 verður søkt eftir einum lærara í fast starv, at undirvísa 19 tímar um vikuna.

Førleikakrøv:

Umsøkjari skal hava læraraútbúgving


Søkt verður eftir lærarum, sum:
• undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans
• taka undir við hugsjónini hjá skúlanum um burðardygga menning
• áhaldandi vilja menna seg sjálvan og skúlan
• duga væl at samstarva og samskifta

Lønar- og setanartreytir

 Setanarøkið er forskúlin, sum hoyrir til Skála skúla.
Lærarastarvið verður lønt av Runavíkar kommunu, sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið, Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 12.juni kl.12
Umsóknir verða sendar við telduposti til nomi.jacobsen@skulin.fo
Barnaváttan verður kravd í samband við setan

Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Nomi Jacobsen, skúlastjóra á tlf. 237052 ella á t-post: nomi.jacobsen@skulin.fo .
Í forskúlanum starvast tvey starvsfólk, ein lærari og ein námsfrøðingur. Í skúlaárinum 26/27 koma at ganga 7 næmingar í forskúlanum og tilsamans í Skála skúla koma at ganga 80 næmingar

Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðu skúlans: www.skalaskuli.fo