Starvslýsing

Farloyvisstarv sum skúlastjóri í Sørvágs skúla

21.05.2026

Undirvísingarstýrið sóknast eftir dugnaligum skúlastjóra, ið umframt leiðsluevnir hevur áhuga í námsfrøðiligari og fakligari menning og hegni at átaka sær leiðsluábyrgd í Sørvágs skúla 

Farloyvisstarvið sum skúlastjóri í Sørvágs skúla verður lýst leyst til setan frá 1. august 2026 til 1. apríl 2030. 

Skúlastjórin hevur tikið sætið á Løgtingi, og tí skal fyrivarni havast í mun til, at farloyvisstarvið kann enda fyrr, um farloyvistíðarskeiði hjá verandi skúlastjóra verður stytt. 

Virkað verður eftir galdandi reglum á setanarøkinum. 

Talan er um eitt spennandi, mennandi og avbjóðandi starv, har tú sum skúlastjóri skalt mynda skúlan námsfrøðiliga og fyrisitingarliga og ganga undan í samstarvi við avvarðandi samstarvspartar og myndugleikar. 

Í Sørvágs skúla ganga 155 næmingar í 1. – 9. flokki umframt sertilboðið Pallurin, har 24  næmingar ganga í eini samskipan við skúlan á  Giljanesi. Tað eru normerað 17 fulltíðarstørv sum lærarar og 4 størv sum námsfrøðingar í Sørvágs skúla.  

Tú kanst lesa meira um Sørvágs skúla á heimasíðu skúlans Sørvágs skúli 

Førleikakrøv 
Umsøkjarar skulu hava: 
• útbúgving sum fólkaskúlalærari og antin hava nomið ella nema sær góðkenda 
leiðsluútbúgving   
• viðkomandi starvsroyndir 
• førleika at leiða og fyrisita 
• góð samstarvsevni við næmingar, starvsfólk, foreldur og við avvarðandi myndugleikar og samstarvsfelagar 
• framfýsnan og virknan leiðsluleiklut, sum partur í verkætlanini “Saman um barnið” og sum skúlastjóri umboða skúlan í leiðslubólki og netverkum og fremja verkætlanina í verki 
• hegni at virka fyri trivnaði og menning hjá næmingum og starvsfólkum 
• eina tilgongd til leiðslustarvið, ið er kveikjandi og er opin fyri nýhugsan og  møguleikum 
• førleika at fíggjar- og rakstrarstýra 
• innlit í viðkomandi lógarverk, so skúlin verður leiddur og virkar eftir galdandi lógarverki 

Lønar- og setanartreytir 
Skúlastjórastarvið í Sørvágs skúla er flokkað sambært galdandi avtalu millum 
Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag í lønarflokki 35-1. Mánaðarlønin er í løtuni kr. 49.477,55 umframt 17% í eftirløn.  

Starvið er sáttmálasett í farloyvistíðarskeiðnum.  

Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum við tænastu í Sørvágs skúla. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. 

Umsóknir 
Umsókn saman við avriti av prógvum, lívsrensli og møguligum viðmælum skal verða  Undirvísingarstýrinum í hendi í seinasta lagi hósdagin 21. mai 2026 kl. 12.00. Umsóknin verður stílað til: Undirvísingarstýrið, postsmoga 9, Hoyvíksvegur 72, 110 Tórshavn ella við t-posti: uvs@uvs.fo 

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu venda sær til Vagn Foldbo,  deildarleiðara á vagnf@uvs.fo ella á 200900. 

Undirvísingarstýrið er eind undir Mentamálaráðnum.  

Undirvísingarstýrið tekur sær av fyrisitingarligum uppgávum í undirvísingarverkinum. Sí nærri lýsing á www.uvs.fo