Starvslýsing
Deildarleiðari at standa á odda fyri Sernámi
Ert tú ein fakliga sterkur leiðari, sum leggur dent á strategi, menning og samskapan? So er hetta helst nakað fyri teg. Frá 1. juni 2026 verður Sernám skipað sum deild í Undirvísingarstýrinum (UVS). Tí leita vit eftir einum framskygdum og eldhugaðum leiðara, sum kann standa á odda fyri tí broytingartilgongd, Sernám er í og ganga á odda í framtíðar bygnaðinum.
Undirvísingarstýrið verður skipað við trimum fakdeildum, ein fyri KT, talgilding og menning, ein fyri útbúgvingar, dygd og tænastur og nú ein fyri sernámsfrøðiliga økið.
Harumframt er ein fyrisitingardeild undir leiðslu av stjóranum. Deildirnar arbeiða saman í tvørgangandi toymissamstørvum. Sum deild kemur Sernám at hava ábyrgd av sernámsfrøðiligu uppgávunum, ið krevja serkunnleika og tvørfakliga vitan.
Kjarnuuppgávurnar eru:
• sernámsfrøðilig ráðgeving á serfrøðingastigi
• menning og viðlíkahald av sernámsfrøðiligari vitan
• samstarv við kommunur, dagstovnar, skúlar, o.o.
• fakligur kveikjari til inklusjón og fyribyrgjandi arbeiði
• ráðgeving innanhýsis í UVS um skipanir, átøk og langtíðarætlanir
Tíni ábyrgdarøki verða:
• faklig leiðsla og at menna sernámsfrøðiliga økið
• daglig leiðsla av deildini og av starvsfólkum í Sernámi
• innan verandi karmar at tryggja, at fakliga ráðgevingin og metingar frá Sernámi eru væl grundaðar, og í samsvari góðan sið innan virkisøkið
• at tryggja, at samanhangur er millum sernámsfrøðiliga økið og skúlaøkið sum heild
• virka fyri haldførum loysnum saman við øðrum myndugleikum og áhugapørtum
• at ráðgeva stjóranum í UVS um sernámsfrøðilig mál, skipanir og langtíðarætlanir
• at menna og røkja samstarv við kommunur, dagstovnar, skúlar o.o.
Sum deildarleiðari fyri Sernám kemur tú at vera partur av leiðslubólkinum í Undirvísingarstýrinum og skalt virka fyri, at bygnaðarliga tilgongdin, at skipa økið av nýggjum, ber á mál. Tætt samstarv er millum Undirvísingarstýrið og Nám á fleiri økjum,og kemur tú at styrkja knýtið til Nám í sambandið við námsfrøðiliga menning og ráðgeving.
Førleikakrøv
Tú hevur viðkomandi útbúgving á kandidat- ella masterstigi og royndir frá sernámsfrøðiliga økinum. Tað kann vera ein fyrimunir, um tú hevur leiðsluroyndir og/ella leiðsluútbúgving. Harumframt vænta vit:
• at tú í verki hevur roynt menningartilgongdir, samskapandi arbeiðshættir og verkætlanarleiðslu
• at tú megnar at leiða við visiónum og geva íblástur til starvsfólk og samstarvspartar
• at tú hevur evni og vilja at royna nýggjar leiðir
• at tú ert til reiðar at taka neyðug tøk og tryggja, at vit koma á mál
• at tú kennir teg tryggan við at lata ábyrgd frá tær, og at tú stuðlar mennandi toymistilgongdum
• at tú hevur evni til at skapa greidleika um arbeiðsuppgávurnar, vera nærverandi og stuðlandi í gerandisdegnum
Setanarviðurskifti
Starvið er lønt sum deildarleiðari 3 eftir AKF sáttmálanum ella samsvarandi. Starvið verður sett frá 1. august 2026.
Umsókn
Umsókn við avriti av prógvum, C.V. og møguligum øðrum skjølum skal vera Undirvísingarstýrinum í hendi í seinasta lagi 14. juni 2026.
Umsóknin verður stílað til:
Undirvísingarstýrið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 9
110 Tórshavn
ella við t-posti: undirvising@uvs.fo
Ynskir tú fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú ringja
til Hjalmar Hansen, stjóra, tlf. 555045
Undirvísingarstýrið tekur sær av fyrisitingarligum uppgávum í undirvísingarverkinum. Umframt fólka-, miðnáms- og vinnuskúlarnar, eru Studni, Musikkskúlaskipanin og Vegleiðingarstovan partar av stýrinum. Undirvísingarstýrið stendur fyri menningini av Kervi+ og Skúlanet. Frá 1. juni 2026 er Sernám partur av Undirvísingarstýrinum