Tíðindi

Landið eigur at stuðla útbúgvingini av lærarum í føroyskum sum annaðmál

Tað heldur Durita J. Jacobsen, lærari, sum hevur tikið útbúgving í undirvísing í føroyskum sum annaðmál á Fróðskaparsetri Føroya.

27.06.2024

Hvussu kunnu skúlar, lærarar og næmingar á bestan hátt taka ímóti nýggjum næmingum í flokkinum, sum eru tilflytarar, fleir- og tvímælt og hava føroyskt sum annaðmál?

Tann spurningin setti Durita J. Jacobsen, lærari í Eysturskúlanum í Havn, sær fyri at kanna, tá ið hon skuldi skriva ritgerð á FSA-útbúgvingini á Fróðskaparsetri Føroya.

FSA er stytting fyri føroyskt sum annaðmál, og útbúgvingin ætlað at veita lærarum vitan og serkunnleika til mál, førleikar og máltøku, so teir eru brynjaðir at taka ímóti tilflytarum og undirvísa í føroyskum sum annaðmál.

- Sum útbúgvingin leið, gjørdist mær greitt, at holla vitanin, sum vit hava fingið á Fróðskaparsetrinum, ikki er almenn vitan hjá tí vanliga føroyska fólkaskúlalæraranum. Tí helt eg tað vera eitt skilagott hugskot at viðgera spurningin neyvari, bera vitanina víðari og koma við einum boði upp á møguligar loysnir, sum kunnu vera øllum skúlum og lærarum til gagns, og eru grundaðar á gransking, sigur hon.

Durita J. Jacobsen hevur sjálv royndir við fleir- og tvímæltum næmingum. Í løtuni eru hon flokslærari í fimta flokki og hevur 22 næmingar. Av hesum eru ein norðurlendingur og fýra tilflytarar úr Avstralia, Filipsoyggjum, Rumenia og Póllandi. Og tað setir krøv til læraran. 

Sjálv undirvísir Durita á føroyskum og á enskum máli í flokkinum, og hon stendur seg eisini á rumenskum, tí hon hevur búð í sjey ár í Rumenia og tosar málið flótandi.

Í ritgerðini hevur hon valt at seta kikaran á átta ymisk brigdi, ið kunnu hava sera stóran og avgerandi týdning fyri, hvussu væl tað hepnast at fáa nýggju, fleir- og tvímæltu næmingarnar at kenna seg væl í flokkinum og harvið stimbra lærandi umhvørvið. Yvirskriftirnar fyri tey átta brigdini eru: Vís áhuga, visitatión, flokkurin, umhvørvið, hav tol, íkast, máltøka og samband.

Les alla samrøðuna, sum Jákup Bogi Joensen hevur skrivað, í Skúlablað nr 3, 2024.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni