Tíðindi

Lítil áhugi at seta móttøkuflokk á stovn

- Vit fáa fyrispurningar frá skúlum av og á viðvíkjandi móttøkuflokki, men eingin skúli hevur søkt um at seta móttøkuflokk á stovn, sigur Eyðdis Eidesgaard, fulltrúi í Undirvísingarstýrinum

11.09.2023

Talið á næmingum, sum koma til Føroya og ikki duga føroyskt, veksur á hvørjum ári. Við skúlaársbyrjan fyri einum ári síðan var talið á hesum næmingum 312; tá ið skúlaárið endaði, var tað 329. Við skúlaársbyrjan í ár er søkt um tímar til 327 næmingar. Seinastu fimm árini eru millum 20-30 næmingar lagstir aftrat í skúlaárinum; eitt árið var talið tó 19. Umframt teir 327 næmingarnar koma næmingarnir úr Ukraina, sum við skúlaársbyrjan í ár eru 23 í tali.

Í kunngerð nr. 144, sum umrøður undirvísing í føroyskum sum annaðmál, kunnu móttøkuflokkar verða skipaðir í skúlum, har nógvir næmingar, sum hava tørv á undirvísing í føroyskum sum annaðmál, eru innskrivaðir eitt skúlaár. Næmingabólkar kunnu eisini verða lagdir saman til ein móttøkuflokk. Skúlar í somu kommunu kunnu samstarva um móttøkuflokk, og somuleiðis kunnu kommunur skipa felags móttøkuflokk. Henda kunngerðin hevur nærum trý ár á baki. Kortini eru bara tríggir móttøkuflokkar stovnaðir. Ein í Runavíkar kommunuskúla, ein í Eysturskúlanum fyri næmingar úr Ukraina, og ein í Tórshavnar Kvøld- og ungdómsskúla, sum er fyri næmingar í fleiri skúlum í Tórshavnar kommunu.

Tað er kommunan á staðnum, sum eigur at taka stigið til at seta á stovn ein slíkan flokk og søkja um loyvi og tímar. Eyðdis Eidesgaard, fulltrúi í Undirvísingarstýrinum, heldur, at orsøkin til vantandi áhugan at seta móttøkuflokk á stovn, kann vera, at tað krevur nógv at seta móttøkuflokk á stovn.

- Hóast tað eru nógvir næmingar við tilflytarabakgrund kring alt landið, so er talið í summum skúlum ov lítið at skipa serligar bólkar. Og hóast skúlin hevur nógvar næmingar, so krevur tað eisini, at skúlin hevur lærarar við royndum at undirvísa í føroyskum sum annaðmál og aðrar umstøður. Tað heldur helst skúlum aftur. Eg hugsi, at tá ið vit hava fingið fleiri lærarar, sum hava tikið útbúgving í undirvísing í føroyskum sum annaðmál, og talið á næmingum framhaldandi veksur, fara vit at síggja fleiri móttøkuflokkar.

Seinastu árini hava skúlarnir fingið tímar til undirvísing í føroyskum sum annaðmál samstundis, sum teir fáa tillutaða tímajáttanina til allan skúlan. Tað ger, at teir kunnu leggja upp fyri ymiskum tilboðum til næmingar, sum tørvar undirvísing í føroyskum sum annaðmál, longu frá skúlaársbyrjan.

- Hetta er ein stórur bati samanborið við skipanina, sum var fyri fýra árum síðan, tí skúlarnir kunnu taka hesar tímarnar við í ráðleggingina og leggja teir inn í virksemisætlanina hjá lærarum fyri árið. Vit síggja, at nógvir skúlar royna ymiskt, hóast tað ikki er júst móttøkuflokk, talan er um; teir hava móttøkubólkar fyri eina tíð, aðrar bólkar, sum halda fram í longri tíðarskeið og so framvegis. At hava bólkar við næmingum, sum fáa undirvísing í senn, ger, at teir fáa sum mest burtur úr tímunum. Hvussu teir skipa undirvísingina, ráða teir sjálvir fyri.

Undirvísingarstýrið vísir skúlum á kunngerðina um undirvísing í føroyskum sum annaðmál, tá ið skúlar venda sær til teirra, og tá ið økisfundir eru, og spurningar hesum viðvíkjandi stinga seg upp.

- Tað kostar meiri at skipa móttøkuflokk samanborið við, hvat ein næmingur, sum fær undirvísing í føroyskum sum annaðmál, kostar. Hetta økið veksur ógvuliga skjótt, og vit hava í Undirvísingarstýrinum sett okkum nøkur mál at arbeiða við, tá ið talan er um næmingar, sum tørvar undirvísing í føroyskum sum annaðmál, og har er málmenning eitt evni, vit fara at viðgera. Nú móttøkuflokkurin í Runavíkar kommunuskúla hevur verið virkin í skjótt hálvt annað skúlaár, er upplagt, at royndirnar haðani verða brúktar í eini møguligari eftirmeting av kunngerðini.

Næmingurin, sum tørvar undirvísing í føroyskum sum annaðmál, kann fáa tímar í trý ár. Eyðdis Eidesgaard sigur, at næmingar, sum ikki eru komnir á lagið í føroyskum eftir trý ár, kunnu fáa stuðul, eitt nú av miðfirraðu játtanini.

- Tá ið játtanin til alt økið er avmarkað, so mugu vit raðfesta og hyggja at einstøku umsóknunum, hvaðani næmingarnir koma, hvat móðurmálið er og hvussu næmingurin er fyri.

Kunngerðin um undirvísing í føroyskum sum annaðmál kann lesast her: https://logir.fo/Kunngerd/144-fra-06-10-2020-um-undirvising-i-foroyskum-sum-annadmal-og-modurmalsundirvising

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni