Leys størv

Lærarastarv til Melina í Vestmanna skúla - skúlaárið 2024/2025

Melin er sertilboð í Vestmanna skúla, har pláss er fyri 8 næmingum.

Søkt verður eftir:

lærara í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2024/25.

Vestmanna skúli er ein miðalstórur skúli við uml. 170 næmingum, sum virka í einum stuðlandi og mennandi læruumhvørvi. Skúlin er rótfestur í bygdarmentanini og liggur í náttúruvøkrum umhvørvi, beint við Gjógvará og viðarlundina, eitt hanagleiv frá bæði sandinum og haganum.

Vit leggja dent á at hava fakliga høgt støði, har næmingar og lærarar tráa eftir at røkka langt í felag. Skúlin er merktur av einum felagsskapi, har lærararnir altíð eru til reiðar at førleikamenna seg og royna nýggjar undirvísingarleiðir.

Vit leita eftir tær, sum hevur hesar førleikar

megnar at samstarva og samskifta
er til reiðar at menna teg sjálvan og skúlan
hevur ein jaligan hugburð til næmingar og undirvísing
dugir at fevna ymisleikan og taka ábyrgd

Førleikakrøv

Tann, ið settur verður, skal hava læraraprógv og førleika at undirvísa í omanfyrinevndu lærugreinum.

Barnaváttan krevst í samband við setanina.

Lønar- og setanartreytir

Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Størvini verða sett í lønarflokkunum 18.1-29.2 sambært avtalu millum Føroya lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknir við CV, avrit prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 18.06.2024 kl. 12:00

Umsóknir verða stílaðar til Kristionnu Vinniedóttir, skúlastjóra, á kristianna.vinniedottir@skulin.fo. Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Katrina í G. Olsen, leiðara á Melini, á tlf. 230105.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.