Leys størv

Lærarastarv í Skúlanum á Fossánesi

Hetta starv er leyst at søkja í Skúlanum á Fossánesi

• Lærarastarv fyri lærara í farloyvi at byrja 6. januar og skúlaárið 2024/25 út. Søkt verður eftir lærara, ið m.a. kann undirvísa í hesum lærugreinum í miðdeild og innskúlingini: støddfrøði, føroyskum, donskum, svimjing, ítrótti og náttúru/tøkni og hevur KT-førleikar. Talan er um fult starv, treytað av at viðkomandi, ið settur verður hevur førleikar at taka allar omanfyri nevndu ærugreinar.

Tey, ið sett verða, skulu

• duga at samstarva, vera fyrikomandi og sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum.

• vera fús/ur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum.

• vera stundislig/ur og nærløgd/nærlagdur.

Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.

Lønar- og setanartreytir

• Avloysarastørvini eru lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvi, c.v. og møguligum viðmæli skulu vera skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 6. desember 2024 kl. 12.00

Skúlin á Fossánesi

Fossávegur 27

FO – 730 Norðdepil

Tlf. 452120 – 253263

Teldupostur: fos@skulin.fo

Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til skúlaleiðaran,

Myrna Lind Jacobsen, á tlf. 45 21 20 ella 25 32 63.

Umsóknir kunnu eisini sendast við telduposti til: myrna.jacobsen@skulin.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni