Leys størv

Lærarastørv í Sankta Frans skúla

Er tú fakliga sterki lærarin, við teimum góðu hugskotunum? Er tú lærarin sum megnar at skapa gleði og økja sjálsvirðið í næmingum okkara? Og, ynskir tú at gerast partur av einum sterkum og dugnaligum starvsfólkahópi, sum fer at mynda og menna nýggju hádeild okkara? So er tað tær vit leita eftir.

Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2024

1 fast lærarastarv

2 størv vegna barnsburðarfarloyvi

2 størv vegna farloyvi

2 størv vegna lækkað tímatal og avlopstímar Endaligt tímatal fyri størvini verður endaliga ásett 1. sept. 2024.

Søkt verður eftir lærarum, sum:

• undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
• leggja dent á fakliga og námsfrøðiliga menning
• duga at samstarva og eru fyrikomandi
• eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum
• hava góðan KT-førleika

Harafturat skulu lærararnir hava førleika at átaka sær hesar uppgávur:

• flokslæraraarbeiði
• undirvísa í støddfrøði í grunddeild
• undirvísa í føroyskum og enskum í hádeild
• undirvísa í donskum í miðdeildini
• undirvísa í alis- og evnafrøði
• undirvísa í týskum
• undirvísa í ítrótti/svimjing við dreingjum
• undirvísa í tónleiki/sangi í grund- og miðdeild
• undirvísa í handaligu lærugreinunum
• undirvísa á serøkinum

Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarar hava royndir úr hádeild, hava útbúgving sum serlærari, støddfrøðisvegleiðari og lesivegleiðari Tórshavn 31.05.2024

Førleikakrøv:

Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum/lærugreinaøkjum.

Læraralesandi, sum vænta at taka prógv í summar, eru eisini vælkomin at søkja størvini.

Lønar- og setanartreytir:

Størvini vera lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir:

Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 14.juni kl. 13.00.

Umsóknir verða sendar til: aslaug.olsen@skulin.fo, merkt “starv, lærari”

Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til

Aslaug Olsen, skúlastjóra, 282536

Magnar Vang, varaskúlastjóra á tlf. 282513

____________________________________________________________________

Í Sankta Frans skúla eru 430 næmingar úr forskúla til 9. flokk. Í skúlanum starvast 36 lærarar og 4 námsfrøðingar. Skúlin hevur ein starvsfólkahóp, ið fakliga røkkur víða, og arbeitt verður alsamt við at menna skúlan.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.