Leys størv

Lærarastørv í Sørvágs skúla 2024/25

Hevur tú hugsjónir og dirvi at ganga nýggjar leiðir, ert tú tann fakliga sterki lærarin og megnar tú at standa á egnum beinum í einum sterkum starvsfólkahópi, so hevur tú møguleika at søkja eitt av leysu størvunum.

Vit søkja eftir 2-3 læraraum í tíðaravmarkað starv frá 01.08.2024 – 31.07.2025

Okkum tørvar lærarar, sum kunnu undirvísa grund- og miðdeild í: Støddfrøði, føroyskum, náttúru og tøkni, ítrótti, svimjing og handaligum lærugreinum.

Tey, ið sett verða, skulu undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans taka lut í dagliga virksemi skúlans innanfyri teir karmar, sum virðisgrundarlag skúlans setir.

Førleikakrøv:

Umsøkjari skal hava læraraútbúgving og førleika í viðkomandi lærugreinum, tó kunnu umsøkjarar, sum fáa prógv í summar søkja á jøvnum føti við tey, ið hava lokið prógv.

Lønar- og setanartreytir

Størvini verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Starvið verður lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.

Barnaváttan verður kravd í samband við allar setanir í Sørvágs skúla.

Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu stílast til Sørvágs skúla, Skúlavegi 13, 380 Sørvági – dania.niclasen@skulin.fo - og verða skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 14.juni kl. 14.00. Meira fæst at vita við at seta seg í samband við Daniu Niclasen, skúlastjóra, á tlf. 233221 ella á t-post: dania.niclasen@skulin.fo. Sí annars heimasíðu skúlans


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.