Leys størv

Lærarastørv í Fuglafjarðar skúla

Til skúlaárið 2024-2025 eru hesi størv leys at søkja í Fuglafjarðar skúla:

• 2 føst lærarastørv við setan frá 1. august 2024. Setanarbrotið er 1,0.

• 1 barsilstarv fyri lærara frá 14. august til og við 20. desembur 2024. Setanarbrotið er 0,8.

• 3-4 tíðaravmarkað lærarastørv frá 1. august 2024 fyri lærarar í farloyvi, vegna lækkað tímatal, avlopstímar og undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Endaliga tímatalið verður ásett 1. septembur 2024.

Førleikakrøv

Umsøkjari skal hava prógv sum lærari, tó kunnu umsøkjarar, sum fáa prógv í summar, søkja á jøvnum føti við tey, sum longu hava lokið prógv.

Til føstu størvini verður søkt eftir lærarum, ið kunnu undirvísa í støddfrøði í øllum deildum, umframt ítrótti, tónleiki, søgu og náttúru- og tøkni í mið- og hádeild.

Til barsilstarvið verður søkt eftir lærara, ið kann undirvísa í føroyskum, náttúru- og tøkni og kristni í grundog miðdeild.

Til tíðaravmarkaðu størvini er tørvur á lærarum, ið kunnu undirvísa í tónleiki, alis- og evnafrøði, lívfrøði, støddfrøði, náttúru og tøkni, donskum, føroyskum, enskum, handarbeiði, smíð, motorlæru og dansi. Harumframt er tørvur á lærarum, ið kunnu átaka sær flokslæraraleiklut í grund- og miðdeild, kunnu undirvísa í føroyskum sum annaðmál og sum hava førleikar at undirvísa næmingum við serligum tørvi. Lærarar, ið kunnu undirvísa í tónleiki, føroyskum sum annaðmál og vísindalærugreinum hava fyrimun.

Vit vænta, at tú

- ert fyrikomandi og sýnir jaligan hugburð mótvegis næmingum og starvsfeløgum

- dugir at samstarva og vilt vera við til at menna skúlan og teg sjálva/-n

- ert fevnandi og vil styrkja felagsskapin

- ynskir at kveikja hugin til at læra hjá tí einstaka næminginum

- kanst tillaga teg til skiftandi arbeiðsumstøður

- undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans, tekur lut í dagliga arbeiði skúlans

Lønar- og setanartreytir:

Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so er, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Størvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir:

Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi leygardagin, 15. juni kl. 14.00. Nærri kunning um størvini fæst við at seta seg í samband við Berlys Toftadal, skúlastjóra, á tlf.nr. 238061 ella á t-post berlys.toftadal@skulin.fo Setanarsamrøður verða í viku 25. Barnaváttan verður kravd í sambandi við setan.

Fuglafjarðar skúli hevur inniverandi skúlaár 307 næmingar í 1 .10. flokki. Á skúlanum starvast 32 lærarar, 3 námsfrøðiligir stuðlar, 2 skúlaskrivarar, 3 húsavørðir og 5 fólk í reingerðartoyminum. Skúlin leggur dent á at kveikja, virða og menna


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.